Manningarsáttmálar inn í makrellógina

Viðurskiftini hjá manningunum skulu inn í lóggávuna, áðrenn løgtingið seinnapartin fer at samtykkja lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um treytirnar fyri fiskiskapinum eftir makreli og norðhavssild í summar.

Fiskimannafelagið vil hava tað at standa í lógini, at reiðaríini sum sleppa upp í part, skulu gera sáttmála við føroysku manningarfeløgini.

Áheitanin verður tó bara partvís gingin á møti, metir Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.

Fiskimannafelagið er væl umboðað í løgtinginum í dag. Umframt formannin eru eisini nevndarlimirnir Axel Hansen og Mortan Berjastein í tinginum ídag.

Vinnunevndin hjá løgtinginum arbeiðir við einum broytingaruppskoti undan 3.viðgerð seinnapartin, har tað verður ásett í lógina, at "hýrusáttmáli" skal vera í gildi fyri at sleppa upp í part í uppsjóvar-fiskiskapinum. Orðingin er sum skilst tann sama, sum varð brúkt í uppsjóvarlóggávuni fyri fiskiskapin í fjør.

Broytingaruppskotið verður lagt fyri tingið undan 3. viðgerðini seinnapartin.

Hoyr samrøðu við Jan Højgaard her: