Manningin á Topaz fær sín ágóða

Lív, sum eigur íløgufelagið Royndina, sum aftur eigur 40% av partapeninginum í felagnum, sum eigur verksmiðjutrolaran Topaz, hevur nú syrgt fyri, at manningin fær sín ágóða Í samrøðu við Rás 2 fyri løtu síðan, segði Tummas Eliasen, stjóri í Lív, at íløgufelagið Royndin nú hevur tikið avgerð um at gjalda manningini umborð á verksmiðjutrolaranum Topaz sín hýruágóða.

Manningin hevur onga hýru fingið í meira enn eitt hálvt ár, og eftir at Lív, sum eigur íløgufelagið Royndina, frætti um støðuna, fóru nevndirnar beinanvegin undir at finna út av eini loysn í málinum millum manningina og reiðaran, Bjarta Mohr.

Tað er smápartafelagið 4. september 1975, sum sambært Skipalistanum eigur 120 metrar langa verksmiðjutrolaran Topaz, sum liggur í Las Palmas á Grand Kanaria.

Í samrøðu við Rás 2 segði Tummas Eliasen, at hýruágóðin liggur um einar 3 miljónir krónur tilsamans.

- Nú fær manningin sín ágóða og fer heim.

Hvat meira hendir við verksmiðjutrolaranum, sum ikki er klárur til fiskiskap, dugir stjórin í Lív ikki at siga.

- Hetta er eitt mál, sum reiðarin, Bjarti Mohr, arbeiðir við í løtuni.

Spurdur um Lív og íløgufelagið Royndin í uppaftur størri mun fara at taka lut í verkætlanini við Topaz, sigur Tummas Eliasen, at tað væntar hann ikki.