Mannsterkt blokadulið møtti á Sundi í morgun

Einki arbeiði er á Asfaltsverkinum á Sundi í morgun, eftir at eitt vælmannað lið av verkfalsvaktum hevur blokerað allar ferðslu inn og út av verkinum.

Tað var Asfaltsverkið á Sundi, sum var málið hjá arbeiðarafeløgunum í verkfalli í morgun.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at talan er um verkfalsrakt arbeiði, sum er á virkinum, og tí skal tað steðgast.

Sum tað ljóðaði, so vóru teir um at seta maskinurnar í gongd á Asfaltsverkinum í morgun, men tær vórðu kortini steðgaðar.

Um so var, at teir vóru farnir at framleiða asfalt í morgun, so kundi tað verið eitt verri skil, tí sleppa teir ikki av við asfaltið, so kann tað harðna í maskinunum, og so var tað stórarbeiða at fáa tað úr aftur.

Tað var gott lag á verkfalsvaktunum í morgun, sum vóru eini 80 fólk í tali, um ikki fleiri.

Georg F. Hansen sigur, at tey standa har, so leingi tað er neyðugt.

Sambært útvarpinum, so er arbeiðið á virkinum steðgað og verður ikki tikið uppaftur so leingi, sum støðan er sum hon er.

##med2##

##med10##

 

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

 

 

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, var á Sundi í morgun