Manslandsliðið í hondbólti til Dublin

Landsliðsvenjararnir, Dia Midjord & Kári Nielsen, hava tikið hesar spælarar út til dystirnar ímóti Írlandi og Skotlandi hetta vikuskifti. Landsliðið er boðið at vera við í eini trýlandakapping í Dublin 25.-27. mars. Málmenn: Ári E. Dam, Neistin og Levi Nybo, H71.

Útispælarar: Dánjal Torgarð, H71, Magnus Muller, VÍF, Finnur Hansson, Neistin, Áki G. Olsen, VÍF, Hans Àki Dal-Christiansen, Kyndil, Rúni Fossdal, VÍF, Tony Weyhe, KÍF, Joen Pauli Høgnesen, VÍF, Heini Hanusarson, Neistin, Andrias Nielsen, KÍF, Rógvi Sørensen, H71, Bjarti Hansen, VÍF og Niklas Reginson, KÍF

 

Landsliðið fer úr Vágum fríggjamorgunin. Spælt verður ímóti Skotlandi fríggjakvøldið og ímóti Írlandi leygarkvøldið. Landsliðið kemur heimaftur sunnukvøldið 27. mars.