Manslandsliðið í flogbólti

Manslandsliðið í flogbólti fer í dag til Íslands at leika tríggjar landsdystir móti íslendska A-landsliðum. Les um kvinnulandsliðið í aðrari grein.

Í dag fara flogbóltslandsliðini til Íslands, bæði mansliðið og kvinnuliðið.

Tey eru boðin til Íslands av íslendska flogbóltssambandinum og skulu leika tríggjar dystir hvør.

Og tað er ein hørð skrá sum bíðar teimum. Ferðin byrjar, sum nevnt, seinnapartin í dag, og um vikuskifti skulu so tríggir dystir leikast. Allir dystirnir verða leiktir á Reykjavíkarleiðini. Á ferðini skal føroyska ferðalagið búgva á einum skúla.

Menninir byrjað beint sum teir koma til ?Islands. Fyrsti dysturin verður í kvøld, klokkan 20. Annar dysturin verður leygardagin og triðji dysturin verður leiktur sunnudagin.

Allir tríggir dystirnir hjá manslandsliðnum eru ímóti íslendska manslandsliðnum og telja tí sum altjóða dystir.

Hjá kvinnunum er eitt sindur øðrvísi. Í morgin skulu tær verða við í lítlari kapping saman við íslendska A- og kvinnuunglingalandsliðnum. Sunnudagin skulu tær so spæla móti A-landsliðnum.

Hjá kvinnunum telja bert tveir dystir sum almennir landsdystir.

Ikki kann sigast annað enn, at hetta er kærkomið høvið hjá landsliðunum at fáa dystarvenjing. Flogbóltssambandið hevur valt ikki at taka lut í Smálandakappingini hesaferð, men heldur at spæla fleiri venjingardystir.

Í apríl mánað fara landsliðini bæði til Danmarkar at taka lut í eini páskakapping hjá Rødovre Volleyball Klub.


Manslandsliðið

Mest royndu spælararnir á landsliðnum hesaferð eru Jan Hentze úr Fleyr og Suni Hansen úr ÍF.

Tað, sum ein tó fyrst og fremst leggur merki til, tá hugt verður eftir listanum yvir úttiknar leikarar er, at har er ongin leikari frá føroyameistarunum, Mjølni.

Tað kann tykjast løgið, men eftir hvat skilst hava fleiri teirra givið avboð, tí tað ikki liggur fyri hesaferð.

Eitt nú hevur Trygvi Poulsen givið avboð.

Hinvegin hevur Fram ikki færri enn seks leikarar við á landsliðnum.

Úr Fleyr og ÍF eru tveir leikarar og úr SÍ er ein leiki.

Skulu útlitini mátast eftir støddini á leikarunum, so eru góðar vónir, tí tað er ikki oftari enn so, at føroyskt flogbóltslandslið hevur slíka hædd.

Ragnar, Johan og Annfinn eru so stórir, at sjálvt Suni sær lítil út, men tað hevur hann nokk onki ímóti.

Tá sæð verður burtur frá Mjølnir-leikarunum, og kanska serliga Trygva, so er hetta ivaleyst sterkasta føroyska landsliðið kunnu seta. Við heimligum leikarum í hvussu er.

Nakrir føroyskir leikarar eru í Danmark, men teir eru ikki úttiknir til henda túrin.


Landsliðið sær annars soleiðis út:


Bárður Mikkelsen, Fram

Jákup V. Sivertsen, Fleyr

Jan Hentze, Fleyr

Sigmund av Teigum, Fram

Annfinn Joensen, SÍ

Johan Nielsen, Fram

Pól Gudmundsson, Fram

Suni Hansen, ÍF

Ragnar Petersen, Fram

Kenneth Neshamar, ÍF

Rúni Weihe, ÍF