Maradona stúrir ikki

Argentinski landsliðsvenjarin, Diego Maradona, hevur verið á vitjan í Suðurafrika, sum í summar hýsir HM-endaspælinum. Hann er komin til ta niðurstøðu, at eingin orsøk er til at stúra fyri trygdini í Suðurafrika, sum hevur verið á breddanum, síðani landsliðið hjá Togo var álopið á veg til African Nations Cup. – Eg havi við egnum eygum sæð, at hetta er eitt trygt land, sigur Maradona.