Eftir at Marghøllin í Vági hevur verið stongd síðan februar 2023 eftir stormskaða, er løtan komin, har latið verður uppaftur.
Í morgin, 16. mai, klokkan 15.00-18:00 eru øll hjartaliga vælkomin í Marghøllina til ein kaffimunn, kaku og okkurt til børnini. Hoppiborgin stendur frammi, skrivar vagur.fo.
Annars verður Marghøllin opin soleiðis um hvítusunnuna, har m.a. hoppiborgin stendur frammi.
- Fríggjadagin, 17.mai: frá klokan 8:00-22:00
- Leygardagin, 18.mai: frá klokkan 9:00-13:00
- Hvítusunnudag, 19.mai: frá klokkan 9:00-22:00
- 2. Hvítusunnudag, 20. mai: frá klokkan 9:00-13:00