Fýra føroyingalið vóru í leiki í steypakappingini hjá kvinnum í donskum hondbólti í kvøld.
Í einari føroyingauppgerð tóku Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ móti Mariu P. Nólsoy og hennara liðfeløgum í Horsens.
Horsens vann dystin 32-28. Í steðginum var Horsens frammanfyri 15-12.
Marita skoraði trý mál fyri HØJ, meðan Maria skoraði eitt mál, legði upp til trý mál, og vann Horsens eitt brotskast.
Sostatt hava tær í Horsens vunnið seg í fjórðingsfinalurnar.
Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg taptu á heimavølli 28-36 fyri Team Esbjerg. Í fyrra hálvleiki var Skanderborg væl við, og í steðginum var Esbjerg bert á odda við einum máli, 18-17.
Súna skoraði fimm mál, legði upp til fimm mál, og vann liðnum eitt brotskast.
Vár og Lív B. Zachariasen og liðfelagarnir í Ajax Keypmannahavn taptu á heimavølli 27-37 fyri Odense. Í steðginum var Odense frammanfyri við 12 málum, 23-11.
Í morgin klokkan 18 spæla Rakul Wardum og liðfelagar hennara áttandapartsfinalu á heimavølli móti Ikast.