Maria við nýggjum videolagi

Talan er um sangin "Heima tað er her", sum Niclas Johannesen hevur skrivað

Fyri einum lítlum ári síðani var væl fagnaða fløgan hjá tá 11 ára gomlu Mariu á Lakjuni – Vøkur er verðin – fyrstu ferð at hoyra. Fleiri av sangunum eru vornir fólkaogn. Eitt nú Sum eitt summar, ið eisini varð tikin upp sum videolag.

 

Nú er enn ein lag av fløguni komið sum videolag. Tað er Heima, tað er her, sum Niclas Johannesen bæði hevur sett orð og lag til. Niclas produseraði fløguna.

 

Tað eru tveir ungir og dugnaligir klaksvíkingar, Tróndur Fuglø og Mikkjal Olsen, sum hava framleitt nýggja videolagið, sum tað her ber til at síggja og hoyra á hesari leinkjuni: http://www.youtube.com/watch?v=Hshw9PxpOuE&feature=share