Vit hava júst frætt frá 24 ára gomlu Mariann Poulsen, at flogferðin heim er útsett til í morgin.
Vegna illveður er flogferðslan tarnað. Tí kemur Mariann Poulsen ikki heim fyrr enn í morgin.
Tá kemur hon upp til Føroyar at gera tað gott aftur við føroysku familjuna og dóttrina, sum hon sveik, tá ið hon gifti seg við tiltikna danskt/amerikanska hópdrápsmanninum Peter Lundin í Statsfængslet Østjylland fyri tólv døgum síðani. Nú hevur hon søkt um hjúnaskilnað.
- Eg skilji væl, at fólk eru vónbrotin av mær, tí eg havi svikið tey nakað so illa. Tann einasta sum eg ikki skilji, er meg sjálva, sigur Mariann Poulsen í telefonsamrøðu við Sosialin úr Keypmannahavn fyri løtu síðani.
Mariann Poulsen, sum nú er sannførd um, at hjúnalagið við Peter Lundin er tað býttasta hon nakrantíð í lívinum havi gjørt. Men tað var ikki fyrrenn Peter Lundin varð avdúkaður fyri at hava svikið hana við einari aðrari kvinnu, at veruleikin gekk upp fyri henni.
- Tá gekk tað veruliga upp fyri mær, at hann hevði logið og lumpað meg alla tíðina, og brádliga sá eg, at eg havi verið í klørnum á einum psykopati, sigur Mariann Poulsen.
- Síðstu tíðina havi eg verið sum ein fluga í einum lokkaneti, ið eg ikki havi kunnað slitið meg leysa úr, sigur Mariann Poulsen.
Hon kemur fram við søgu sínari fyri at fáa frið, tí so nýtast fólk ikki at gita og fritta hana. Les prátið við Mariann í Sosialinum í dag, og í útgávuni, sum kemur út mánadagin.