Montevideo-búgvar áttu eina vakra tokstøð, sum nú er við at forfalla. Samstundis er stjórnin hjá José Mujica í gongd við at royna at gera rúsevnið, marijuana lógligt í Uruguay.
Sjáldsami forsetin í Uruguay, José Mujica er í gongd við at syrgja fyri, at Uruguay fer at verða kent kring allan heimin fyri annað, enn bara fótbólt og gott neytakjøt. Tað hevur vakt eitt bland av kenslum millum fólk í Uruguay, og eisini eitt bland av kenslum hjá fólki uttanfyri Uruguay, at tann sosialistiski forsetin, José Mujica, sum annars letur 90 prosent av tí hann forvinnur til góðgerandi endamál, nú er farin at arbeiða fyri, at Uruguay skal gera rúsevnið, marijuana lógligt.
Biður umheimin um hjálp
Og José Mujica er veruliga farin útum landoddarnar hjá Uruguay, fyri at fáa stuðul fyri ætlan síni, at marijuana skal gerast lógligt. José Mujica vil hava umheimin at hjálpa Uruguay at verða eitt sosiopolitiskt royndarland fyri lógligum marijuana, fyri at gera enda á tí stóra, ólógliga rúsevnishandlinum. José Mujica hugsar nærmast í norðurlendskum breytum, tí hann vil hava, at staturin í Uruguay skal taka sær av søluni av marijuana, júst sum tað almenna í Finnlandi, Svøríki, Noregi, Íslandi og í Føroyum tekur sær av rúsdrekkasøluni í almennum einkarsølubúðum. Myndugleikarnir meta, at tað eru umleið 120.000 fólk í Uruguay, sum regluliga royna marijuana, og nú vil José Mujica, at staturin í Uruguay skal stýra søluni. Stóra grannalandið, Brasil, og USA, sum altíð vil hava eitt orð at siga í teimum amerikonsku heimspørtunum eru als ikki fegin um uppskotið hjá José Mujica um at gera marijuna lógligt. Tann viljasterki Mujica heldur kortini uppá sítt, og roynir at vísa á, at avleiðingarnar av ólógligum rúsevnishandli eru nógv verri, enn avleiðingarnar av rúsevnunum sjálvum.
Fyrsta HM-málið úti á gøtuni
Undirritaði og Ivan Eginsson Eysturland ferðaðust kortini ikki í teimum býarpørtunum í Montevideo, har marijuana er nógv uppi og vendir. Tann eina dagin fóru vit út á gøtuna í Montevideo at leita eftir staðnum, har tað fyrsta málið í tí fyrsta HM-endaspælinum í fótbólti nakrantíð varð skotið. Tað var í tí innleiðandi dystinum ímillum Frakland og Meksiko á Estadio Pocitos leikvøllinum í Montevideo, tann 13. juli í 1930, at fraklendingurin Lucien Laurent í 19. minutti av fyrra hálvleiki skeyt tað fyrsta málið nakrantíð í einum HM-endaspæli í fótbólti. Býarstýrið í Montevideo iðrar seg nú um, at Estadio Pocitos leikvøllurin er rivin niður, har 3.000 áskoðarar vóru vitni til tað fyrsta HM-málið í søguni.
Minnispláta um fyrsta málið
Men lutvís ráð eru funnin fyri hesum. Ráðini, ið til vóru at taka, var at gera eina minnisplátu á tí staðnum, har Lucien Laurent skeyt tað fyrsta HM-málið. Hesin bletturin er at finna á einum gonguteigi. Gongur ein yvirum vegin, so ber til at at síggja eitt skapilsi av einari samankoming av einum fótbóltsmáli hinumegin vegin. Hetta kostiliga listarverkið skal so ímynda málið, sum Meksiko vardi í fyrra hálvleiki, og sum Lucien Laurent, sum livdi millum 1907 og 2005 gjørdi til ein varða í fótbóltsheimssøguni, við at leggja Frakland á odda. Mangt er í neyðini nýtt, men minnisplátan, og minnisluturin um fótbóltsmálið hava so bjargað ein part av skommuni, at uruguaybúgvar ikki megnaðu at friðað tann fyrsta HM-leikvøllin í fótbóltsheimssøguni.
Tokstøðin var einaferð vøkur
Eitt áhugavert og søguligt, og samstundis hugtungt stað at vitja í Montevideo er høvuðstokstøðin í Montevideo, nevnd Estación Central General Artigas. Tokstøðin, sum er bygd í einum klassiskum stíli, varð teknað av tí italska byggifrøðinginum, Luigi Andreoni. Tokstøðin var tikin í nýtslu tann 15. juli í 1897. 106 ár seinni, 1. mars í 2003 var lykilin tó snaraður um, og seinastu 11 árini hevur hesin einaferð so vakri, og klassiski bygningurin bara staðið og forfallið. Við einari ávísari frástøðu dugdi ein at fegnast um tað, sum einaferð hevði verið ein perla av einum bygningsverki, men sum eg og Ivan nærkaðust Estación Central gjørdist tað ógvuliga hugtungt og syrgiligt at síggja, at tað bara eru grafitti-málarar, sum hava nakra gleði av hesum 117 ára gamla bygningsverkinum. Tokstøðin er enn eitt dømi um kontrastirnar ein kann uppliva í Uruguay.