Árini eru so har, men kenni eg Marina rætt, hevur henni dámað so væl arbeiðið innan sinnisrøkt, at hon fer at megna illa at gevast soleiðis heilt, men helst vera boð eftir henni til onkrar stakvaktir, og verður heilsan verandi góð, er lagamanni, so væl hon heldur sær bæði í sinn og skinn.
Eg plagi at taka til, tá starvsfólk høvdu lyndi til at hokna undir arbeiðsbyrðini: "Hyggið bara at Marini á deild 1, hon er og ber seg - hóast árini og strevið - sum ein ung genta, altíð til dystin fús og hartil blíð og skemtingarsom".
Nú umsíðir fækkast við lít tey undangongufólk, sum settu varandi sálarsjúkurøkt á stovn í Føroyum, og tey sum enn eru í starvi kunnu teljast á einari hond.
Og Marin er í so máta ikki hvør sum helst. Umframt at hava havt mann, børn og heimið at passa, hevur hon havt menniskjaligt yvirskot til at arbeiða mest sum burturav fulla tíð í óslitið samfull 36 ár. Tað krevur sín "mann", í eini bransju og tíð har tað er sjáldsamt, eins og fólk í slíkum yrki ofta leggjast fyri í styttri og longri tíð. Fyri eina sjúkrahúsdeild er tað av týdningi, at onkur starvsfólk støðast fulla tíð, hetta fyri kontinuitetin í sjúklingasamskiftinum eins og í viðgerðini.
Havi sjálvur havt ta eydnu at samstarva nógv við Marina, eins og gott samlag og beinleiðis vinarlag ikki gjørdi støðuna verri.
Hennara fakliga støði, ment við ymsari framhaldsútbúgving var eitt, annað vóru hennara íbornu góðu evni at fara við fólki umframt hennara jaligi hugburður og lætta lyndi. Álvari og gaman hvørt til sínar náðir.
Minnist eisini, tá tað mangan sá svart út, tað tyktist standa varandi fast í botni viðgerðarliga og eingin glotti at hóma framman fyri stavn, hvussu væl hon mangan dugdi at síggja tað hóast alt skemtiliga í neyðini, og vit fingu dirvi til at herja á av nýggjum. Góður skemtari er hann, íð dugir at halda sær at gleimi uttan fyri tann skuld at niðra fólk, og tað dugir Marin sum fáur.
Marini hevur eyðvitað dámað sítt arbeiði, tí hevur hon verið so holl og trúgv í tænastuni øll hesi mongu ár, hóast eg ivist í, at hon tímiliga hevur havt fyri neyðini at arbeiða so nógv og so leingi.
Marin kundi við sínum fakliga førleika og vinnandi atburði saktans komið sær upp á hægri starvsrók, men eg giti, at hon hevur brent meira fyri beinleiðis samskifti við sjúklingar heldur enn leiðsluarbeiði. Umframt fakkunnleika ger tað ikki verri at vera væl støðufestur í føroyskum familju og gerandislívi.
Seinru mongu árini hevur hon tó starvast sum "stýrimaður" á deildini, men hesa allarseinastu tíðina kortini sum "skipari", síðani tað beinleiðis varð heitt á hana, og tað bar hjá henni illa til at bera seg undan.
Persónliga hevur Marin verið mær ein góður fakligur stuðul og sparringspartnari, og tað eg veit av, hevur ikki øvugt orð verið okkara millum, hetta mest takkað verið Marini sjálvari.
Marin er ættað av Sandi, úr góðum bergi brotin, tiltikin menta- og fróðafólk. Hon er gift Heðini Samuelsen úr Horni (í Havn) og eiga tey børnini trý, øll væl komin undan, umframt fleiri barnabørn.
Góða Marin, tú kanst óskammað líta aftur á eitt drúgvt og ríkt arbeiðslív, har so mong medmenniskju millum ár og dag munnu hava kent fløvan av tínum hondum og mennandi sinni.
Ynski tær framhaldandi góða heilsu, eitt varandi ungt sinni og mong góð ellisár.
Ey Jo