Marionettleikur í Norðurlandahúsinum

Verkætlanin Listaleypurin, sum skipar fyri, at skúlar kring landið fáa listafólkavitjan og næmingarnir sleppa at uppliva konsertir, sjónleikir, myndlist og verksmiðjur uttan sjálvi at ferðast, hevur verið ein sólskinssøga.Í dag tekna, í miðal, fýra lærarar sínar næmingar til hvørt tilboð. 

Tí hevur Norðurlandahúsið gjørt av, at keypa eykavitjanir og skipa fyri familjutiltøkum, so tað eisini skal bera til hjá børnum og ungum at uppliva list saman við familjuni, siga fyrireikarar í tíðindaskrivi í kvøld. 

Fyrsta tilboðið í hesum høpi er marionettleikurin Veiða Vind við Karavella Marionett-Teatri. Leikhússtjórin, Rakel Helmsdal fekk fyri stuttum Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar Býráðs fyri millum annað júst hendan leikin. 

Sýningin verður leygardagin 5. oktober kl 14.00. Næstan 4000 børn hoyrdu konsertina Veiða vind hjá Føroya Symfoniorkestri í 2011. Nú sleppa tey at síggja søguna um Lítlabeiggja, sum fer út at veiða vind og møtir ævintýrinum ein veðurskiftandi apríldag. Leikurin liggur tætt upp at bókini eftir Rakel Helmsdal, Kára Bæk og Janus á Húsagarði. 

-Marionettleikurin nýtir tónleikin, sum symfoniorkestrið spældi, og búnar og pallur eru spunnir eftir myndunum í bókini, men søgan broytist sjálvsagt, tá leikararnir koma inn á pallin, siga fyrireikarar. 

 Sýningin verður í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum, á hugnaligum seyðaskinnum, so børn og foreldur koma heilt tætt uppat leikhúsinum. Sýningin er stutt, um hálvan tíma, so hon er egnað børnum í øllum aldrum.