Marita er dekkari við línubáti

- Eg forelskaði meg í sjólívinum og sjómanni, sigur 28 ára gamla, Marita Reynheim Danielsen, ið siglir sum dekkari við línuskipinum, Reynsatindi. Í heyst fer hon á skiparaskúla. Tey eru hjún, Marita Reynheim Danielsen og Kristian Højgaard, og bæði sigla tey við sama skipi.

Tað, sum er øðrvísi við hennara arbeiði enn hjá flest øðrum kvinnum, er, at Marita siglir sum dekkari við línuskipi. Hetta er ikki nakað, hon bara ger í løtuni. Siglingstíðin er langt síðan komin í hús, og í august byrjar hon á skiparaskúla.

- Avgerðin er tikin, og eg eri ógvuliga fegin um at vera sloppin á skúla. Eg hevði bara 9. flokk, men tók seinni lærugreinar á VUC (Voksen Uddannelse Center) í Danmark.

Marita sigur, at hon var umborð á línuskipinum Reynsatindi, tá brævið kom frá skúlanum.

- Eg bað tey har heima hyggja í brævbjálvan, og himmalglað var eg, tá tey søgdu mær, at eg var sloppin inn. Eg hoppaði og dansaði, og næstu frívaktina svav eg slett ikki, sigur hon brosandi.

Hon hevur eisini verið við øðrum línuskipum, eitt nú Thomasi Nygaard, Stapanum og Hoyvíkingi.

Men hvussu byrjaði so karrieran hjá Maritu Reynheim Danielsen á sjónum?

- Mín fyrsti túrur var við Nærabergi í mai 2000. Pápabeiggi mín, sum hevði verið við Skálabergi, sigldi við Nærabergi sum kokkur, og pápi mín hevði eisini verið umborð sum hjálparkokkur.

Marita var bara hin eina túrin við Nærabergi, og hon dylur ikki, at hetta tímdi hon slett ikki.

- Tað var hvørki galið við skipi ella manning, ei heldur umstøðunum umborð. Eg helt bara ikki, at hetta var nøkur avbjóðing fyri meg. Eg hevði áður arbeitt á fiskavirkinum hjá Faroe Seafood í Havn, og eg helt, at arbeiði sum pakkari við Nærabergi líktist alt ov nógv tí, eg ikki tímdi serliga væl á fiskavirkinum.

Sum dekkari á línubáti hevur Marita roynt alt uttan at verið lastamaður, og ei heldur hevur hon kastað miður.

- Lastamenn eru oftast teir somu, og eisini hava vit havt fastar miðukastarar, sum hon málber seg. Annars geri eg alt, sum hinir gera. Eg standi við rulluna, blóðgi, kryvji ? og eg standi í skúrinum.

Hon sigur, at áðrenn hon og Kristian gjørdust par og giftust í november í 2008, vóru tey eisini saman við Thomasi Nygaard og Stapanum.

- Eg kann siga, at eg soleiðis forelskaði meg í sjónum og manni í senn, sigur hon.

Nú hugsar Marita Reynheim Danielsen í fyrsta lagi um at gerast skipari.

- Eina slíka útbúgving ætli eg mær at brúka á sjónum. Gerist eg nakrantíð skipsførari, hugsi eg um at brúka útbúgvingina í onkrum starvi á landi, sigur hon.