Venjarin hjá Manchester City, Mark Hughes leggur alstóran dent á at sleppa víðari í UEFA Cup kappingini. City-venjarin má kortini verða Nigel de Jong fyri uttan, sum ikki er skrásettur til at taka lut í kappingini. Shaun Wright Phillips verður tøkur, um læknahópurin metir hann verða føran fyri at spæla í kvøld.
Hjá FCK er ivi um framherjan, Cesar Santin, og verður støða eisini tikin til, um hann verður við í kvøld. Mark Hughes dylur ikki, at tað hevur eina høga prioritering hjá Manchester City at sleppa víðari í kappingini: - Eg meti, at hópurin hjá okkum er nóg stórur, og nóg sterkur til at vit kunnu fullføra arbeiðið í kvøld. Eg vil helst byrja dystin væl, og vónandi kunnu vit avgera tað tíðliga, so eg sleppi undan at gera broytingar seint í dystinum.
Hughes er ivaleysur í, at heimaformurin hjá Manchester City skuldi borga fyri, at teir kunnu koppa FCK í kvøld: - Tað verður áhugavert at síggja hvussu uppleggið hjá FCK til dystin verður. Fyrr ella seinni má FC Keypmannahavn leypa á, tí teir mugu vinna dystin, fyri at vinna seg víðari í kappingini.? Undirstrikar Mark Hughes yvirfyri BBC.