Markið fyri avskrivingum verið hækkað munandi

? Vit vilja ikki leggja okkum út í, um íløgan til bygningin átti at verð skerd, men vit staðfesta, at um grundgevingin fyri skerjingini var avlopið, sum roknskapurin hjá SVF vísti á fíggjarlógini, so varð hon gjørd út frá skeivum fortreytum, sigur Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe um nýggja bygningin hjá Sjónvarpinum

Løgtingið samtykti í farnu viku eitt uppskot frá landsstýrinum um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v. m. Í vavi er ikki talan um stóra broyting, men talan er um eina broyting, ið ger tað umsitingarliga nógv lættari hjá vinnuni, og hetta er at frøðast um.

Í grein 3 í løgtingslóg nr. 52 frá 29/12 1971 um avskrivingar, varð ásett, at útveganarpeningur upp til 4.000 kr kann verða drigin frá skattskyldugu inntøkuni ta inntøkuár, sum nýútveganin fer fram. Lógarbroytingin merkir, at nevnda mark á 4.000 kr fyri avskriving av smáognum verður upp í 20.000 kr.


Ikki regulerað

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleri ferðir gjørt myndugleikarnar varar við, at í Føroyum hevur upphæddin ikki verið regulerað, meðan hon í Danmark verður regulerað árliga.

Felagið hevur víst á, at fyri at minka um fyrisitingarligu byrðurnar hjá virkjunum og hjá almennu umsitingini, átti markið fyri avskrivingum at verið hækkað munandi.

Tøkniliga gongdin ger, at virkir í dag sjálvdan rokna rakstrargøgn, ið hava eitt virði á 4.000 kr, sum eina íløgu, men heldur sum eina vanliga rakstrarútreiðslu.