Marna Nolsøe Joensen 80 ár

Leygardagin 1. november verður mamma okkara, Marna Nolsøe Joensen á Eiði, 80 ár.

Marna er fødd á Tvøroyri 01.11.1928. Foreldrini vóru Sanna Helena og Óli Nolsøe og tey fingu børnini: Kaj 1927, Marnu 1928, Knút 1930 og John 1935. Kaj býr á Sandi, Knút á Tvøroyri og John, sum búði í Havn, doyði í 2005.

 

Mamma vaks upp á Tvøroyri og var farin í preliminerskúla, men gavst har, tí at foreldrini valdu at senda hana til Sumbiar til ommuna og abban undir krígnum. Knút fór til Hvalbiar, meðan Kaj og John vóru heima hjá foreldrunum.

 

Mamma var í Sumba í tvey ár og hevur enn sterkar kenslur fyri bygdini, eins og Tvøroyri eisini fyllir nógv í hennara huga. Hóast hon hevur búð á Eiði í yvir 50 ár, so tosar hon ektað suðuroyarmál enn.

 

Sum ung genta tænti mamma á Tvøroyri og eisini lærdi hon at seyma í eitt ár. Seinni arbeiddi hon á ”sjúkhúsinum” til hon 19. nov. 1955 bleiv gift við pápa okkara, Jákup Andreas Joensen av Eiði.

 

Tey búðu fyrst á Tvøroyri, men bygdu hús á Eiði og fluttu inn tann 5. juni 1957.

Mamma og pápi fingu 4 børn: Edvard 1956, Óluvu 1959, Karin 1963 og Annu 1969. Edvard býr í Sandavági, Óluva í Kollafirði, Karin á Eiði og Anna á Strondum.

 

Tá vit vóru smá, vóru vit á Tvøroyri hvørja einastu summarfrítíð á tamb. Tað eru góð minni. Vit høvdu ikki bil, so mamma og pápi fóru við hesum 4 børnunum í rutuni til Havnar, og so kom pápi altíð við suður við Smyrli, sum ofta vóru buldrutir túrar. Tá so øll vóru komin á pláss hjá ommu í Suðri, fór pápi norður aftur. Omma hevði hvørki heitt vatn, vaskimaskinu ella støvsúgvara, men væl bar til kortini.

 

Mammu hevur altíð dámt væl ítrótt, og hon spældi hondbólt við TB sum ung. Mest tosar hon tó um, tá tær róðu kapp við Firvaldi og blivu Føroyameistarar 3 ár á rað. Tað er sami bátur, sum eitur Hulda í dag.

 

Mamma hevur ikki havt lønt arbeiði, síðan hon bleiv gift, men hennara partur av arbeiði liggur ikki eftir. Vit hava, bæði sum børn og vaksin, havt ein ótrúligan framíhjárætt at hava eina sovorðna mammu. Tað tykist, sum hon er eitt ævigt gonguverk. Hon er ALTÍÐ klár til ALT, sum vit biðja hana um, og eisini er hon ofta klár, longu áðrenn vit hava talað orðið.

 

Mammu dámar sera væl at fáa gestir og vit plaga at arga hava við, at í hvussu er allir suðringar hava verið á gátt hjá henni og so ein stórur skari av fólki afturat.

Mamma hevur altíð gjørt mat til húskið pluss eitt sindur afturat, so um man kemur á gátt á middegi ella nátturðatíð, so er altíð nóg mikið til nøkur eyka. Meðan vit tosa um mat, so siga børnini altíð, at alt smakkar best hjá ommu.

 

Mamma hevur ikki koyrikort, men tíbetur hevur hon ”privatsjafør”, tí pápi hevur altíð verið óførur at koyra mammu bæði higar og hagar. Men so má eisini sigast, at mamma altíð hevur verið har fyri pápa. Vit minnast, tá pápi arbeiddi á Loranstøðini og hevði regluligar vaktir og alt gekk so friðarligt fyri seg. Tað arbeiðið bleiv niðurlagt í 1970 og tá byrjaði pápi at rógva út. Tað bleiv ein øgilig broyting heima hjá okkum, tí nú bleiv alt ótryggari, bæði fíggjarligt og á annan hátt. Tað var stórur munur á eini fastari inntøku, og so at skula liva av útróðri. Samstundis blivu arbeiðstíðirnar hjá pápa óregluligar og ofta, tá vit koma um portrið hjá teimum hoyra vit enn fyri okkum mammusa orð: ” Ikki klamsa, pápi tín svevur, tí hann skal til útróðrar”.

 

Óansæð, nær pápi kom heim, ella nær, hann skuldi upp, ella nær vit komu úr skúlanum, so var altíð heitur døgurði í varmaskápinum.

 

Mamma hevur altíð verið lívlig og havt áhuga í øllum møguligum. Tá dansifelagið á Látrinum bleiv stovnað, byrjaði pápi beinan vegin at dansa har, men mamma kundi ikki, tí hon var so ring av gikt. Sum 68 ára gomul fekk hon eina nýggja mjødn, og tá byrjaði hon at dansa føroyskan dans!

 

Hóast vit øll hava vitjað ofta aftur á Eiði, so hava vit ikki verið so røsk at ferðast leingi, sum mamma var, tá vit vóru smá, men ommubørnini hava øll elskað at ferðast á Eiði, og hava verið har bæði ofta og leingi.

 

Hon hevur stóran áhuga í EB-Streymi, men er ein av teimum konunum, sum ikki tora at koma til dystirnar. Hon lurtar tó eftir útvarpinum, og tá Formulaliðið 21. oktober í ár spældi avgerandi dystin á Skála, var hon so spent, at meðan hon lurtaði, hevði hon bæði vaskað gólv í køkinum og stovuni og skift gardinur. Tá dysturin so var vunnin og vit komu til Eiðis, var ljós í hvørjum vindeyga og eisini vóru fløgg sett fram. Fínur nátturði var á borðinum, sjálvt um vit øll skuldu til Margáir at fáa suppu seinni.

 

Sjálvandi vóru mamma og pápi ímillum tey 900 fólkini, sum vóru á gullveitsluni hjá EB-Streymi, og tá hildu tey, at hóskandi var at fara í klæðini, tey vóru í, tá tey høvdu gullbrúdleyp í 2005, so pápi var í gullslipsi eins og spælararnir á Formulaliðnum.

Góða mamma. Tú ert so nógv fyri okkum øll. Nú eru vit blivin til ein hampuligan flokk, eini 25-30 í tali, men mammusa hjarta hevur altíð pláss fyri einum afturat, og eins og vit føla okkum elskaði av tær, so elska vit teg øll sera nógv.

 

Hjartaliga tillukku á 80 ára føðingardegnum og bestu heilsur senda vit eisini pápa.

 

Føðingardagurin verður hildin í EB-húsinum á Eiði leygardagin 1. november frá kl. 10.00 og vónandi koma nógvir gestir.

 

Børnini.