Martin skoraði sigursmálið hjá Aarhus Fremad

Martin Agnarsson skoraði sera týðandi sigursmál móti Middelfart

Martin Agnarsson gjørdist í dag stóra sigursmálhetjan hjá Aarhus Fremad, sum í dysti í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann ein sera týðandi 1-0 sigur á botnproppinum, Middelfart.

 

Heimaliðið megnaði leingi at halda málið reint. Men í 85. minutti skoraði Martin eitt sera týdningarmikið sigursmál. Marcus Kirchheiner legði upp til málið.

 

Aarhus Fremad er fyribils á einum øðrum plássi við 36 stigum. 

 

Leygardagin 9. mai klokkan 13 tekur Aarhus Fremad móti HB Køge á Riisvangen leikvøllinum í Aarhus. 

 

##med2##

 

Mynd: Aarhus Fremad