Tey bæði Valborg og Tórgarð - sum hann vanliga varð nevndur - fingu sjey børn:
Jens, sum býr í Danmark. Elinborg. Anna. Tvíburarnir Axel og Poul. Martin. Hans, kallaður Hansemann. Elinborg, Poul og Hansemann eru deyð.
Tá Valborg doyði í góðum árum, vórðu fleiri av børnunum sett út. Fýra teirra - Jens, Elinborg, Anna og Axel - vórðu verandi í Havn hjá pápanum. Poul vaks upp hjá mostrini Mariu Eide, sum var lærarinda í Funningi. Martin vaks upp hjá einari aðrari mostur. Tað var Anna, kallað Angan. Hon var gift úti í Nólsoy við Sigmundi í Geil. Tann yngsti, Hansemann, vaks upp í Havn hjá fastrini, kallað Bebban og gift við Mariusi Rein.
Martin hevur siglt sum skipari og stýrimaður, m.a. sigldi hann við Fame. Miðskeiðis í fimtiárunum fór hann at føra læknabátin Reyða Kross og var skipari á honum í mong ár, til hann legði frá sær fyri aldur.
Fleiri av Tórgarðsbrøðrunum hava verið og eru tiltiknir góðir kvøðarar, og Martin smæðist ikki burtur ímillum í so máta. Tað hevur ikki drigið frá, at hann vaks upp hjá kvæðakempuni Sigmundi í Geil í Nólsoy. Martin er kendur í øllum dansifeløgum í landinum. Umframt at kvøða, hevur hann eisini sungið inn á band til Útvarpið.
Martin er giftur við Signhild úr Nólsoy. Børn: Helgi, sum datt oman og doyði norðuri við Gjógv í 1992. Valborg, sum doyði smágenta. Fritjof, sum býr í Hirtshals. Tóra. Anna.
Martin, sum mong munna kenna frá skemtitekningunum á baksíðuni í Dimmalætting.
Trý tey seinast nevndu búgva øll í Havn.
Signhild og Martin eiga 8 ommu- og abbabørn og 2 langommu- og langabbabørn.
Hóast 80 ára gamal er Martin framvegis birgur og er javnan at síggja í havnargøtum.
Honum verður ynskt hjartaliga tillukku.