Føroya Banki bjóðar nú viðskiftafólki MasterCard MasterCard er eitt altjóða kredittkort, sum kann brúkast um allan heim. Føroya Banki sigur, at MasterCard er væl egnað til teirra, sum ferðast nógv og hava stórar ferða- og umboðsútreiðslur.
Kortið kann eisini nýtast í Føroyum, men munurin á MasterCard og t. d. FR/VISA er, at eitt MasterCard gevur korieigaranum kreditt.
MasterCard kann nýtast at gjalda við á hotellum, matstøðum, bensinstøðum og aðrastaðni, og tað ber til at taka pening út í sjálvtøkum og peningastovnum í Føroyum og úti í heimi við kortinum.