Matchbóltarnir ímóti Liktinstein og Wales (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá føroysku U19 kvinnurnar staðfestu tveir trivaligar sigrar

Føroyska U19 kvinnulandsliðið í flogbólti vinnur minst silvur í smálandakappingini, ið er í Schaan í Liktinstein í hesum døgum.

 

Fyri løtu síðani vunnu Føroyar greiðan 3-0 sigur á Wales, og hava Føroyar nú tryggjað sær minst níggju stig av 12 møguligum. Seinni í kvøld spælir Luksemborg ímóti Liktinstein, og tað liggur í kortunum, at Luksemborg tryggjar sær 12 stig av 12 møguligum og vinnur kappingina.

 

Settmunurin ímóti Wales var 25-4, 25-18 og 25-15. Eitt skiftið í fyrsta settinum vóru Føroyar á odda 19-1.

 

Fyrr í dag vunnu Føroyar 3-0 á Liktinstein.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Óli G. Samuelsen segði frá matchbóltunum ímóti ávíkavist Liktinstein og Wales.