Matstovur á einum vegamóti

Meðan summi lata aftur, lata onnur upp. Stórar broytingar fara fram á matstovuøkinum í Havn í hesum døgum

Fyri fáum mánaðum síðani kundi tú fáa ein góðan bita at eta og eitt glas av onkrum drekkandi afturvið í Patio, Jinx, Kheops, Williams, Kliché og hjá Merlot.

Men allar hesar matstovur eru nú partur av drúgvu og fjølbroyttu matstovusøguni hjá Tórshavnar býi.

Og allar eru tær so ella so offur fyri kreppuni. Eftir tí, sum fleiri matstovueigarar siga, so er hetta við at fara út at eta, eitt hitt fyrsta, sum fólk spara burtur, tá ið ráðini minka. Sum ein teirra tekur til: Tað er pinnastilt í býnum eitt vanligt gerandiskvøld.

Fólk í vinnuni eru samd um, at tað er sera tungt at reka matstovu. Høgar húsaleigir, dýrar matvørur, tung avgjøld og mvg, ikki minst á víni, verða nevnd sum orsøkir. Eisini hevur onkur róð framm undir, at kappingin er so hørð, tí stóru keturnar brúka bara sonevnt hálvfabrikata, ella matvørur, sum eru hálvlidnar og bara skulu tinast ella hitast upp, áðrenn tær verða borðreiddar fyri gestunum. Til dømis pulvirsovsir, fryst breyð og lidnar køkur. Fyri góðir kokkar er tað ein øra at framleiða matin frá botni av.

Men, tað eru ikki øll sum lata aftur. Summar av matstovunum lata upp aftur um eina tíð við nýggjum eigarum og úrvali, og eisini letur okkurt heilt nýtt stað upp komandi tíðina.


--


Mynd av Patio og Carthage Steak


Uppi við Auto á Niels Finsens Gøtu var matstovan Patio, sum nú er latin aftur. Fyrsta dagin lata fólkini handan Carthage Steak (hvíta kiosk við Sjónleikarhúsið) upp matstaðið Zitouna í hølunum har Patio var. Úrvalið verður klassiskur franskur og danskur køkur. Staðið hevur skonkiloyvi inni og úti, og verður opið um dagin og á kvøldi. Zitouna merkir oliven á arabiskum. Carthage heldur fram óbroytt, men búffarnir verða framyvir at fáa í Zitouna.


--


Mynd av Jinx/Etika


Vælumtókta matstovan Jinx lat aftur herfyri. Men 1. mai letur staðið upp aftur undir navninum Etika við vín og Sushi. Tað er Hotel Føroyar samtakið, sum stendur aftan fyri Etika, sum millum annað verður sermerkt við at hava eina vín-automat.


--


Mynd av Williams


Fyri fáum vikum síðani bar til at bíleggja sær ein búff í Williams í SMS. Nú er matstovan søga, og í staðin er kaffistovan Baresso, sum annars var í erva, flutt oman í hølini hjá Williams.


--


Mynd av konditarínum


Konditaríið, ella Kheops, sum tað æt undir seinasta eigara, hevur staðið sum eitt spøkilsishús seinastu mongu mánaðirnar…


--


Mynd av Kliché


Kliché í Vágsbotn lat aftur herfyri. Eigarin er sjúkrameldaður, men vónar at lata upp aftur seinni.


--


Mynd av Merlot


Dygdarmatstovan Merlot er ikki til longur, og letur ikki upp aftur.


--


Mynd av DER húsinum


Her í bygninginum á horninum Niels Finsensgøta/Bøkjarabrekka, fer nýggj kafé at halda til. Staðið hevur fult skonkiloyvi, bæði innandura og uttandura. Ætlanin er at lata upp beint fyri páskir.