Namnam.fo er navnið á nýggjari føroyskari heimasíðu, og sum heitið eisini bendir á, er talan um eina heimasíðu við matuppskriftum. Heimasíðan er ætlað øllum, ið hava áhuga fyri mati og er snikkað soleiðis saman, at tað er brúkarin sjálvur, ið leggur uppskriftirnar út. ? Við hesum hava allir matelskarar, bindiklubbadamur, piparsveinar, ung sum eldri møguleikan at fara á netið og finna ta røttu uppskriftina, siga stigtakararnir í einum tíðindaskrivi.
Sambært teimum er heimasíðan í støðugari menning, og ætlanin er, at hon skal verða millum 10 tær mest vitjaðu føroysku heimasíðurnar.
Síðan varð tikin í nýtslu alment 5. apríl í 2010 og longu nú hava yvir 4500 vitjandi verið á síðuni.