Fróðskaparsetrið skrivar, at May-Britt Skoradal, ið hevur arbeitt sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðani november 2021 og sum varadekanur síðani 2016, er upprunaliga útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá Bispebjerg Sygeplejeskole í 1993. Samanlagt arbeiddi hon í 10 ár sum sjúkrarøktarfrøðingur í Danmark og fýra ár á Landssjúkrahúsinum í Føroyum við diabetes sum høvuðsøki. Í 2010 varð hon sett í starv á Setrinum sum námslektari.
Í 2021 vardi May-Britt sína ph.d.-ritgerð, sum snýr seg um fótbólt sum heilivág og fyribyrging fyri lívsstílssjúkur, og granskingin hjá May-Britt síðani hevur eisini snúð seg um rørslu og trivnað hjá fólki við kroniskum sjúkum.
Tá ið vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum.
Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran grundað á vísindaligar útgávur, undirvísing og vegleiðing, miðling av gransking og fyrisitingarligar royndir.
Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá May-Britt Skoradal lúka allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at hon verður útnevnd lektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Í metingarnevndini vóru Helle Ussing Timm, adjungeraður professari á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk), Svein-Arne Pettersen, professari á Tromsø Universiteti og Ásta Steinunn Thoroddsen, professari emirata á Háskólinn í Reykjavík.











