May stendur við sítt: Bretland fer úr ES 29. mars

May hevur fingið vissu frá ES, sum skal minka um bretsku stúranina um komandi brexit-avtaluna

May hevur fingið vissu frá ES, sum skal minka um bretsku stúranina um komandi brexit-avtaluna

 

Stórabretland er úr ES tann 29. mars. Tað vissar Theresa May, forsætisráðharri, um í bretska undirhúsinum í dag.

 

Hon avvísir harvið allar spekulatiónir um, at dagurin verður útsettur.

 

Blaðið The Thelegraph hevur endurgivið tríggjar ónavngivna ES-keldur fyri at siga, at bretskir embætismenn skuldu havt nógar følarar úti.

 

Teir skulu eisini hava sent »royndarballónir« um eina møguliga leinging av artikel 50 hjá ES, sum ásetir karmarnar fyri, hvussu lond fara úr ES. Tað er her, ið tað stendur, at tað ganga tvey ár, frí tí at eitt landa meldar seg úr, til tað fer úr ES.

 

May legði dent á í dag, at hon trýsitr alt tað hon kann fyri leiðarum í ES fyri at fáa vissu, sum skal minka um óttan um eina brexitavtalu.

 

– Eg havi verið í samband við  evropiskar leiðarar fyri at fáa at fráboðanir, sum skulu minka um bretksa óttan um eina brexitavtalu, sigur forsætisráðharrin.

 

Harvið endurtekur hon ávaringarnar um eitt hart brexit, har Stórabretland fer úr ES uttan ein avtalu um framtíðar sambandið við ES.

 

– Kjakið við evropisku leiðararnar hevur víst, at tað er gjørligt at fáa  fleiri útmeldingar, sum eru greiðari um bakverjuna, sigur hon.

 

Bakverjan er ein neyðætlan fyri viðurskifitni kring markið við Írland. Tað skal sambært limalondunum koma í gildi, um partarnir ikki innan eitt tillagingarskeið hava gjørt eina avtalum um framtíðar viðurskifitni.

 

Bretska tjóðartingið var saman seinnapartin í Undirhúsinum, har Theresa May svaraði spurningum.

 

Í somu syftu samtykti tjóðartingið eitt uppskot. Endamálið við uppskotinum er at avmarka ta tíð, forsætisráðharrin hevur til at gera eina alternativa ætlan, um brexitavtala hennara verður avvíst.

 

Í staðin fyri 21 dagar fær hon sambært uppskotinum bert tríggjar dagar.

 

Sambært tíðindastovurni Reuters verður roknað við at uppskoti ikki beinleiðis umstoyta lógina um teir 21 dagarnar, sum May hevur krav uppá. Men tað leggur bara enn meira trýst á forsætisráðharran.

 

Undirhúsið atkvøður sambært ætlanini um brexitavtaluna týsdagin 15. januar.

 

 

/ritzau/Reuters