McCain og varaforsetaevni

Amerikanskir fjølmiðlar eru farnir at gita, hvør verður varaforsetaevni hjá republikanarunum í heyst

Tann 71 ára gamli John McCain hevur vunnið sær rættin til at stilla upp fyri republikanska flokkin á amer­ikanska forseta­val­in­um í novembur. Men tann spurningurin er eisini áhuga­verdur, siga amerikanskir fjølmiðlar og vísa á, at aldurin og hansara serstøða í ymsum málum gera, at hann noyðist at finna sær tað rætta evnið til vara­for­seta. Ja, summir fjølmiðlar halda, at varaforsetavalið hev­ur ongantíð havt so nógv at siga sum í hesum førinum.

Michael Nelson, pro­fess­ari á Rhodes College, sigur við The New York Times, at McCain hevur trinnar møgu­leikar. Hann kann velja sær eitt varaforsetaevni úr tí konservativa vonginum í republikanska flokkinum, hann kann velja sær ein úr miðjuni í flokkinum, og í triðja lagi kann hann velja eitt umboð úr einum stati, har hann sjálvur stóð seg illa í uppstillingini.

Fleiri nøvn verða longu nevnd í fjølmiðlunum. Eitt teirra er Tim Pawlenty, guver­nørur í Minnesota og sannførdur McCain-maður, og ein annar er konservativi guvernørurin í South Caro­lina, Mark Sanford. Tað kann eisini hugsast, at McCain fer at velja sær ann­an av sínum kappingar­neytum frá uppstillingini, Mike Huckabee ella Mitt Romney, skrivar The New York Times.