McCartney giftur fyri triðju ferð

Í gjár giftist beatlin Sir Paul McCartney fyri triðju ferð. 69 ára gamli McCartney er nú giftur 51 ára gomlu Nancy Shevell úr USA.

 

McCartney og Shevell giftust í Old Marylebone Town Hall í miðbýnum í London, og hetta var sama stað, har Paul McCartney og Linda Eastmann giftust í 1969. Linda doyði av bróstkrabba í 1998. Í 2002 giftist Paul McCartney uppaftur, ta ferðina við Heather Mills. Tey vóru saman í fýra áðrenn, áðrenn tey fóru frá hvørjum øðrum og fóru ígjøgnum ein buldraligan skilnað, sum ensku miðlarnir gjørdu nógv burturúr.

 

Hetta hevur eftir øllum at døma ikki loypt kvøkk á McCartney, sum seinastu tíðina hevur hildið saman við Nancy Shevell. Hon er varaforseti í stóra flutningsfelagnum New England Motor Freight, sum pápi hennara stovnsetti, og hon stendur til at arva ognir fyri stórar milliónaupphæddir.

 

Paul og Nancy giftust í gjár, sum eisini hevði verið 71 ára føðingardagurin hjá John Lennon.

 

Hundraðtals fólk vóru stødd uttan fyri Old Marylebone Town Hall, tá ið tey nýgiftu komu út.

 

- Eg havi tað sera gott – eg føli meg giftan, svaraði McCartney, tá ið onkur spurdi hann, hvussu hann hevði tað.