Leiðslan fyri koyringina í Ungarn hevur revsað Fernando Alonso og flutt hann fimm byrjunarstøður aftur í koyringini í dag, eftir at Lewis Hamilton noyddist at bíða í pittinum, meðan Alonso stóð stillur í ein hálvan minutt, við tí úrsliti, at Hamilton ikki fekk koyrt eitt seinasta skjótt umfar, skrivar almenna síðan hjá formil 1.
McLaren liðið hevði biðið Alonso bíða í 20 sekund, men tá niðurteljingin var av, stóð Alonso stillur í uppaftur 10 sekund. Sjálvur sigur Alonso, at hann tosaði við sínar tøkningar um dekkini hesi eyka 10 sekundini, men hetta góðtóku myndugleikarnir ikki.
Eisini McLaren liðið er revsað fyri, at biðja Alonso standa stillan í 20 sekund. Orsøkin til at hann skuldi bíða, var sambært bretska liðnum, at Alonso skuldi koma á breytina uttan trafikk. Men sambært myndugleikunum á breytini í Ungarn, var bert ein bilur á breytini júst tá, og hann var ikki til fortreð fyri Alonso. McLaren liðið er dømt til ikki at fáa nøkur stig í meistaraheitinum fyri lið hetta vikuskiftið. Liðið hevur tó kært avgerðina, skrivar f1.com.
Í McLaren liðnum har kenslurnar millum Hamilton og heimsmeistaran Alonso eru kølnaðar støðugt síðan kappingarárið byrjaði, og greitt er, at hetta neyvan fer at gera kenslurnar heitari.
Eisini Giancarlo Fisichella í Renault varð revsaður og flutti av 8. til 13. pláss fyri at hava forða Sakon Yamamoto í Spyker.
Byrjunarstøðan tá koyringin byrjar kl. 13 í dag er hendan:
1. Lewis Hamilton, McLaren
2. Nick Heidfeld, BMW Sauber
3. Kimi Raikkonen, Ferrari
4. Nico Rosberg, Williams
5. Ralf Schumacher, Toyota
6. Fernando Alonso, McLaren
7. Robert Kubica, BMW Sauber
8. Jarno Trulli, Toyota
9. Mark Webber. Red Bull
10. David Coulthard, Red Bull
11. Heikki Kovalainen, Renault
12. Alexander Wurz, Williams
13. Giancarlo Fisichella, Renault
14. Felipe Massa, Ferrari
15. Anthony Davidson, Super Aguri
16. Vitantonio Liuzzi, Toro Rosso
17. Jenson Button, Honda
18. Rubens Barrichello, Honda
19. Takuma Sato, Super Aguri
20. Sebastian Vettel, Toro Rosso
21. Adrian Sutil, Spyker
22. Sakon Yamamoto, Spyker
Kelda f1.com