?Mens græsset gror dør horsemor? er eitt danskt orðatak, sum hóskar sera væl til støðuna í føroyska skúlaverkinum í dag. ?Meðan Karsten situr á kassanum doyr skúlin? kundi tað itið á føroyskum. Og nógvur sannleiki er í hesum. Tjóðveldisflokkurin við fíggjarmálaráðharranum og sjálvstýrismálaráðharranum á odda hevur sett sær fyri at fylla uppí landskassan fyri at kunna vísa føroyingum og umverðini, at tað ber til at taka fullveldi her og nú. Tað, sum teir bara ikki tosa hart um, er, hvørjar fylgjur hesin knallharði fíggjarpolitikkurin longu hevur fyri fleiri lívstýðandi stovnar og skipanir í samfelagnum, herundir skúlaverkið og sjúkrahúsverkið. Vit skulu lata sjúkrahúsverkið liggja hesaferð men bara minna á, at landsstýrið við m.a. at ikki at játta fleiri pengar til Landssjúkrahúsið er við til at máa støði undan okkara meginsjúkrahúsi við óbótaligum skaða sum fylgju.
TAÐ ber ikki til at lata standa til í skúlamálinum, soleiðis sum leiðslan í Tjóðveldisflokkinum ger tað. Fráfarni skúlamálaráðharrin fekk ikki eitt bein til jørðina, tá hann vildi lata dyrnar upp í hesum máli og m.a. gav loyvi til at rinda lærarunum løn. Við hesi avgerð fekk hann øði í sín partamann, sum framvegis situr tungt á landskassalokinum. Og tá fíggjarmálaráðharri og sjálvstýrismálaráðharri eru ?pott og panna? í fullveldismálinum, sum kemur fram um alt annað í samfelagnum, so er ikki ringt at gita, hvørjar avleiðingarnar verða í skúlamálinum.
SKÚLIN og ungdómurin eru berarar av hesum samfelagnum, og eisini av einum møguligum komandi sjálvstýri ella fullveldi. Aktuella trætan millum skúlaverkið og landsstýrið er so mikið álvarslig, at andstøðan átti at tikið málið upp í tinginum og har útvegað sær neyðugu undirtøkuna fyri at fáa glið á málið, so børnini og tey ungu koma aftur í skúla. Hvat samfelag kann liva við, at skúlastovurnar eru tómar í skjótt ein mánað í tí mest avgerðandi skúlatíðini?
LANDSSTÝRIÐ og her ikki minst Tjóðveldisflokkurin hevur ein trupulleika, sum má og skal loysast sum skjótast. Um so er, at skúlamálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin vilja halda fram við at venda deyvað oyrað til í hesum máli, so má tað ábyrgdin hjá løgmanni at leggja seg út í málið, so álvarsligt er tað. Tí her ræður um okkara børn, sum kunnu vera fyri dyggum smeiti seinni í lívinum, verður einki gjørt nú í stundini.
HØGNI HOYDAL og Karsten Hansen eiga fullu ábyrdina av tí, sum nú er við at henda í skúlaverkinum. Teir verða tí eisini at taka fylgjurnar av hesum. Meðan børn okkara ganga fyri vág og vind situr føroyski skúlamálaráðharrin í Keypmannahavn - í fullveldisørindum. ?Framtíðin? stendur á skránni. Nútíðin er als ikki til. Tað hevði sømt seg betur fyri eitt komandi fullveldi, um landsstýrismaðurin á økinum royndi at fáa loyst skúlamálið. Við at venda bæði lærarum og fakfelag teirra bakið er eisini hann við til at skapa enn størri ónøgd millum manna, nakað, sum bæði kann og eigur at fáa avleiðingar fyri alt landsstýrið og politikk tess.