Stóra stand-up showið hjá Jákupi Veyhe flytur nú úr høvuðstaðnum. Í kvøld verður áttanda framførslan av shownum, og so verður farið til Runavíkar. Í kvøld verður seinasta framførslan av ?Meðan vit liggja við Kaj? í Norðurlandahúsinum, og í morgin flytur showið norður í Løkshøll í Runavík.
Upprunaliga var ætlanin, at bert tvær framførslur av shownum skuldi verða í Norðurlandahúsinum, hóast pláss var fyri fleiri sýningum, um eftirspurningurin gjørdist nóg stórur.
Og tað má staðfestast, at showið hevur gingið betri enn upprunaliga ætlað, tí seinasta sýningin í Norðurlandahúsinum, sum verður í kvøld, er tann áttanda sýningin, og hava allar verið útseldar.
-Mínar egnu vónir hava verið svingandi. Eg var ikki rættiliga nøgdur við frumframsýningina í Norðurlandahúsinum, men nú eri eg ótrúliga glaður fyri, at fólk hava tikið so væl ímóti tí. Jaligu ummælini aftaná fyrstu sýningarnar hava gjørt, at atgongumerkini hava selt sum heitt breyð, sigur Jákup Veyhe við Rás2.
Fer runt landið
Tað er ikki bert framførslurnar í Runavík, sum standa fyri framman. Jákup Veyhe hevur ætlanir um at framføra á Sandi, í Suðuroy og møguliga í Vestmanna.
-Eg havi ikki lagt endaligar ætlanir um hvar eg fari og nær, men eg ætli mær í øllum førum til Sands og til Suðuroyar at framføra showið, sigur Jákup Veyhe við Rás2.
Gravgangur er eftir atgongumerkjum til showið hjá Jákupi Veyhe, og tískil eru bert atgongumerki eftir til seinnu sýningina í Løkshøll, sum verður leygarkvøldið. Seinasta framførslan í Norðurlandahúsinum verður í kvøld, og har eru framvegis atgongumerki til taks.