Fólk, sum verða sjúk í summar, skulu ikki vænta sær eina song á medisinskari deild á Landssjúkrahúsinum. Afturvendandi summartrupulleikin á Landssjúkrahúsinum er eisini veruleiki í ár.
Har medisinsku deildirnar B6 og B7 vanliga fevna um 30 seingjarpláss, verða bert 7 pláss tøk í tíðarskeiðinum 23. juni – 23. juli.
Orsøkina til støðuna finna vit í globala trupulleikanum við at fáa skikkað starvsfólk innan heilsuverkið yvirhøvur, og avloysarar serstakliga. Í hesum sambandi er vert at nevna, at serliga torført er at fáa sjúkrasystrar í avloysarastørvini. Landssjúkrahúsið hevur søkt eftir avloysarum fleiri ferðir, men til fánýtis. Harumframt er tann serliga støðan í ár, at ein deild longu er stongd vegna umvælingar.
Steinur á byrðu
Vár í Gong, forkvinna í Felagnum hjá sjúkrasystrunum sigur, at trotið á sjúkrasystrum er ikki bara ein lokalur, men ein globalur trupulleiki. Og hon upplýsir, at felagið harmast um støðuna á Landssjúkrahúsinum í summar.
- Tað hevur verið tyngjandi í fleiri ár, við at deildir eru lagdar saman vegna sparingar. Men henda nýggja støðan er sum steinur oman á byrðu, nú deildir leggja saman vegna trot á sjúkrarøktarfrøðingum, sigur hon.
Orki ikki summarið
Jón á Steig, leiðandi yvirlækni, hevur í mong ár arbeitt á sjúkrahúsinum um summarið, og hann sigur, at tað er sera stressandi og ørkymlandi, tí sjúklingarnir liggja kroystir saman á einum stað.
- Eg plagi at siga, at eg orki ikki fyri summarinum, sigur Jón á Steig, sum sjálvur fer í feriu í september.
- Vit royna at leggja feriurnar líka frá mai til september. Kortini enda vit altíð við at hava eitt tíðarskeið í miðjuni, sum er serliga pressað, sigur hann. Og hann heldur fram:
- Summarið er strævið hjá øllum, bæði starvsfólkum og sjúklingum. Vanliga er summarið friðarligari, men í ár eru vit í tí óhepnu støðu, at ein deild longu er niðurløgd vegna umvælingararbeiðið. Tí verða gonguførir sjúklingar ikki innlagdir, men koma at ganga til ambulantar kanningar um dagin, og fara heim á kvøldi, sigur leiðandi yvirlæknin.
Mugu raðfesta
Bæði Jón á Steig og Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, duga ikki at siga, hvat skal til fyri at bøta um støðuna her og nú, tí roynt hevur verið at fáa avloysarar, men tað tykist vera trupult.
- Sjálvandi hevði tað verið best, um virksemið bara kundi hildið ótarnað fram. Nú noyðast vit at ráðleggja og raðfesta virksemið útfrá summartíðini, sigur Allan Skaalum.
Hann leggur aftur at, at av tí, at tað akutta á sjúkrahúsinum, millum annað B8 og Barnadeildin, altíð koyra sum vanligt, er neyðugt at minka um virksemið, har tað ber til. Eitt nú verða ætlaðar skurðviðgerðir lagdar aðrar tíðir á árinum. Men samstundis vísir hann á, at Landssjúkrahúsið als ikki er ringast fyri við starvsfólkum, samanborið við grannalondini.
Takið fleiri inn á skúlan
Tey trý eru øll samd um, at ein av høvuðstrupulleikunum er, at ov fáar sjúkrasystrar eru. Tí meta tey eisini, at ein loysn hevði verið, um sjúkrasystraskúlin tók ein flokk afturat inn árliga.
Allan Skaalum sigur, at óansæð hvat, so eiga vit at útbúgva fleiri heilsustarvsfólk.. Ikki minst tí, at samstundis sum fólk gerast alt eldri, hækkar eftirspurningurin í heilsuverkinum eisini.
- Felagið metir hetta verða eitt tekin til myndugleikarnar um at taka trupulleikan í álvara, og síggja til, at ein flokkur av lesandi verður tikin inn afturat árliga, sigur felagið hjá sjúkrasystrunum.
Og Jón á Steig endar við at upplýsa, at nóg nógvir umsøkjarar eru, so tað átti ikki at verið trot á sjúkrasystrum, um nóg nógv vórðu tikin inn á skúlan.
Bæði Allan Skaalum, Jón á Steig og Vár í Gong enda við at staðfesta, at í síðsta enda er tað sjúklingurin, sum er taparin.
--
Myndatekstir:
– Eg orki ikki fyri summarinum, sigur Jón á Steig, leiðandi yvirlækni, sum sjálvur fer í feriu í september
- Vár í Gong, forkvinna hjá sjúkrasystrunum, heitir á myndugleikarnar um at taka ein flokk inn á Sjúkrasystraskúlan afturat árliga
Sjúkrahússtjórin, Allan Skaalum, er eisini ørkymlaður um, at ongin søkir leysu avloysarastørvini, og at medisinsku deildirnar tí noyðast at minka so nógv um virksemi í feriutíðini