Megastórt barnatiltak í Norðurlandahúsinum

Í hesum døgum skipar Føroya Symfoniorkestur og Norðurlandahúsið fyri

stórum tiltøkum fyri barnagarðs- og fólkaskúlabørn. Umleið 700 børn um dagin koma til hesi tiltøk

 

Í døgunum 8.–11. mai luttaka 2500 barnagarðs- og fólkaskúlabørn á skúlakonsertum hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Frásøgufólk er Jensina Olsen og Bernhardur Wilkinson dirigentur.

 

Á skránni er fyrst ein presentatión av ljóðførunum í orkestrinum, so sigur Jensina Olsen frá søguni um Tubaina Tubby, og síðan verður sungið saman við orkestrinum.

 

Sangirnir, sum børnini syngja saman við orkestrinum, eru: ”Hikkuni tikkuni tokkuni”, ”Ein Genta fór í bøin” og ”Vilt tú, vilt tú”.

 

Áhugin hevur verið ovurstórur, og allar konsertir eru fullteknaðar. Umleið 700 børn koma hvønn dag til hesi tiltøk, 350 børn hvørja ferð, kl. 9.30 koma barnagarðar frá umleið 3 ára aldri, og kl. 10.30 koma 1.– 4. floks næmingar, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas, projektleiðari fyri børn og ung í Norðurlandahúsinum.

 

Framtíðarætlanin er, at skúlakonsertirnar verða til eitt afturvendandi tiltak, soleiðis at børn um alt landið fáa møguleika at koma.

 

Tað eru Føroya Symfoniorkestur og Bernharður Wilkinson, dirigentur, sum hava tikið stig til tiltakið.

 

mg