Sandoyar Meginskúli savnaði 64.000 til Reyða Kross

Í gjár var lítil samkoma á Sandoyar Meginskúla, har næmingaráðið á skúlanum handaði umboði fyri Reyða Kross peningagávu.

Næmingar, lærarar og foreldur at næmingum, sum ganga á Sandoyar Meginskúla, hava tikið eitt tak fyri Ukraina, sum í hesum døgum er rakt av kríggi.

 

Miljónir av ukrainum eru flýddir av landinum og støðan hjá teimum, sum eftir eru, er ikki menniskjanslig.

 

Eisini í Føroyum hava nógv størri og smærri tiltøk verið við tí endamáli at savna inn pengar til hjálpararbeiði, og hesi tiltøk fara halda fram teir næstu dagarnar.

 

Á Sandoyar Meginskúla hava tey eisini rætt eina hond til frama fyri Ukraina.

 

Skipað hevur verið fyri stuðulsrenning fyri Ukraina, umframt at fólk eisini hava havt høvi at stuðlað beinleiðis við peningagávu til hjálpararbeiðið.

 

Á lítlari samkomu á skúlanum fyrrapartin í gjár handaðu umboð fyri næmingaráðið á skúlanum umboði fyri Reyða Kross tilsamas 64.000 krónur til hjálpararbeiði.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##