Tann 10. februar hevur Meinhard Edmund Vestureið 25 ára starvsdag í Vágs Kommunu.
Hesi nógvu árini hevur Meinhard Edmund havt nógvar og ymiskar uppgávur um hendi, og hevur hann, saman við hinum arbeiðsmonnunum, sett sítt merkið á Vág. Meinhard Edmund er eisini tann, sum trúfastur fer út at salta vegirnar, tá kavi og frost ger tað trupult hjá borgarum at ferðast í Vági. Sum starvsfólk er Meinhard Edmund jaligur, trúfastur, álítandi, skemtingarsamur og altíð til reiðar at hjálpa, skrivar Vágs kommuna á síni heimasíðu, har Meinhard Edmund eisini fær tøkk.
Borgarstjórin, Bjarni Johansen, handaði Meinhard Edmundi skriv, blómur og gávubræv á kommunuskrivstovuni í dag.