Meinhard skal ikki spæla um uppflyting hesaferð

Sandnes ULF uttan Gullbrand Øregaard á vøllinum vann á Bryne, og skal spæla um uppflyting

Tað verður ikki á hesum sinni, at Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen skulu spæla um uppflyting upp í bestu norsku fótbóltsdeildina.

 

Mjøndalen tapti í seinasta leikumfarinum 0-2 fyri Stabæk á útivølli. 

 

Samstundis vann Sandnes ULF uttan Gullbrand Øregaard á vøllinum 2-0 á liðnum hjá Rógva Baldvinsson, Bryne á útivølli. Rógvi var skiftur út tá 64 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Sandnes ULF endaði á einum fimta plássi við 47 stigum, og skal tí saman við Start Kristiansand, Oslo KFUM og Kongsvinger spæla um uppflyting.

 

Mjøndalen endaði kappingarári á einum níggjunda plássi við 42 stigum.

 

Bryne endaði kappingarári á einum 11. plássi við 35 stigum.