Meinhardt ungdómsvenjari í Sundalagnum

Í EB/Streymi fer Meinhardt Dalbúð nú at standa á odda í arbeiðnum at menna ungu spælararnar

Mánakvøldið fóru Rúni Nolsøe og hansara menn í EB/Streymi undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Eftir at hann stóran part av kappingarárinum í fjør var skaðadarvaður, er Arnbjørn Hansen komin fyri seg aftur. Nýggir í EB/Streyma leguni eru tveir landsliðsspælarar. Teir eru Jónas þór Næs og Pól Jóhannus Justinussen. Teir avloysa Pætur Dam Jacobsen og Levi Hanssen, sum nú umboða ávikavíst Skála og HB.

 

Rúni Nolsøe er framvegis venjari. Nú er tað greitt, at tað verður nýggjur hjálparvenjari við Margáir.

Meinhardt Dalbúð, sum í fjør var næsti maður, er framvegis í felagnum, men nú er hann í øðrum leikluti. Meinhardt fer at hava høvuðsábyrgdina fyri ungdómsliðunum. Hann fer at venja U-18 og U-16, og so fer hann at stuðla og hava umsjón við venjingunum í yngru deildunum.

-Vit eru fegnir um, at Meinhardt framvegis er í felagnum. Hann hevur nógvar royndir i talentvenjingini  hjá Fótbóltssambandinum, sum vit nú fáa nyttu av. Tað hevur stóran týdning, tí fyri framtíðina er tað avgerandi, at tað verður tilgongd til besta liðið úr felagnum, sigur Sigvald Zachariassen, formaður í EB/Streymi.

 

Undanfarnu árini hevur Bjarni Arnason verið ungdómsvenjari í EB/Streymi. Nú er hann fluttur í B36 at vera venjari.