Tað vísa hagtøl frá Familjufyrisitingini, sum júst er komin við ársfrágreiðingini fyri 2024.
Har verður víst á, at eru foreldur ikki gift, verður eingin sjálvvirkandi skrásettur sum pápi at barninum, eins og mannligur hjúnafelagi hjá mammuni verður.
Ógift mamma skal upplýsa fyri Familjufyrisitingini, hvør pápi barnið er, ella hvør ella hvørjir møguliga kunnu vera pápin.
Familjufyrisitingin spyr síðani upplýsta pápan, um hann vil viðurkenna faðirskapin at barninum, og hann verður kunnaður um rættarvirknaðin av at verða skrásettur sum pápi.
Tá ið barn er føtt av ógiftari mammu, fær Familjufyrisitingin boð frá føðideildini, og eitt mál um staðfesting av faðirskapi verður stovnað í Familjufyrisitingini.
Sambært Hagstovuni vóru í alt 586 børn fødd í 2024, og Familjufyrisitingin viðgjørdi 322 faðirskaparmál. Í 316 av málunum var faðiskapurin viðurkendur og skrásettur. Eitt mál var avvíst, tvey mál vóru send víðari til annan myndugleika, og í trimum málum var faðirskapurin ikki staðfestur.
Eins og í 2023 vóru umleið 54 prosent av børnunum, sum vóru fødd í 2024, fødd uttan fyri hjúnaband.
Í tíðarskeiðinum 2014-2024 hava millum 48 og 60 prosent av nýføðingum í Føroyum havt ógift foreldur.
##med2##
Av teimum 302 fráboðanunum, sum Familjufyrisitingin fekk í 2024, um at barn var føtt av ógiftari mammu, stóðu 77 prosent av foreldrunum at vera samlivandi. Eru hesi foreldur skrásett samlivandi í landsfólkayvirlitinum, og hava tey verið skrásett samlivandi í 10 mánaðir áðrenn føðing, fáa tey sjálvvirkandi felags foreldramyndugleika eftir nýggju lógini.
##med3##
Vil maðurin, ið mamman hevur fráboðað sum pápa at barninum, ikki viðurkenna faðirskapin, ella sýtir hann fyri at úttala seg, verður málið beint í rættin.
Familjufyrisitingin beinir eisini mál um faðirskap í rættin, um talan er um fleiri møguligar pápar, um pápin er deyður, ella um tað tykist ivingarsamt, um tann, ið er fráboðaður sum pápi, og sum vil viðurkenna faðirskapin, í roynd og veru er pápi at barninum.
Familjufyrisitingin skrivar, at talið av faðirskaparmálum, sum Familjufyrisitingin viðgjørdi í 2024, fevnir eisini um nakrar føðingar frá síðst í 2023. Tí er talið av føðifráboðanum og talið av faðirskaparmálum ikki neyvt tað sama. Tó so kann væntast, at nøkulunda sama tal av føðingum verða fráboðaðar síðst í hesum ári og víðari viðgjørdar sum faðirskaparmál í 2025 og tað sama við komandi árunum.
Tað er ein skylda hjá mammu at upplýsa, hvør er ella kann vera pápi barnið. Hetta fyri at tryggja rættin hjá barninum at kenna sín uppruna umframt rættindini hjá barninum mótvegis pápanum og skylduna hjá pápanum mótvegis barninum.
Vil ein ógift mamma ikki upplýsa (møguliga) pápan ella møguligar pápar, beinir Familjufyrisitingin málið víðari til løgregluna, sum kann áleggja mammuni bót. Vil mamman framvegis ikki upplýsa (møguligan) pápa ella møguligar pápar, lokar Familjufyrisitingin málið, og eingin pápi verður skrásettur.
Ein mamma kann eisini søkja um frítøku at upplýsa navn á pápanum ella møguligum pápa/pápum. Í slíkari avgerð verður dentur lagdur á, um tað verður mett at vera í stríð við barnsins tørv, at faðirskapurin verður staðfestur. Familjufyrisitingin er sera afturhaldin við slíkari frítøku, tí endamálið við at staðfesta faðirskap er at tryggja rættin hjá barninum at kenna sín uppruna, umframt at tryggja rættindini hjá barninum mótvegis pápa og skylduna hjá pápanum mótvegis barninum.
Í 2017 fekk Ríkisumboðið eina umsókn um frítøku. Umsóknin var noktað. Familjufyrisitingin hevur ongantíð fingið umsókn um frítøku at upplýsa navn á pápa einum barni.
Hevur mamma átt barn við ókendum manni, og kann hon prógva tað, verður eingin pápi skrásettur. Er hon gift ella samlivandi við aðrari kvinnu, kann samlivin/hjúnafelagin verða skrásett sum sammóðir.
##med4##