Meira um Leirvíkar søgu

Fimta bind­i­ð av Leirvík søgu hjá Martini Fjalstein kemur nú, og framløga verður í Bygdarhúsinum í Leivík sunnudagin

Sunnudagin 17. novembur kem­ur aftur eitt bind av bygd­­ar­søguni út. Hetta er tann yngra fiskivinnusøgan, 1945-2012. Bygdin var fiskiv­inn­u­bygd og mentist sera nógv eftir kríggið við út­róðr­ar­bátum, bátum og skipum á salt­fiskaveiðu og sildaveiðu.
Seinni komu størri og betri skip. Bygdin var ein tann fyrsta, sum fekk flak­a­virki og seinni bæði knetta­virki og høvdavirki. Ar­beiði var til allar hendur. Bygd­ar­menninir Osmund Just­in­us­sen og Kjartan Joensen um­boðaðu hvør á sín hátt tey stóru fiskiskipini.
Teirra skip og virkir eru lýst gjølla. Greitt verður eis­ini frá øllum bátunum og skipunum eftir kríggi. Ein partur er fiskivinnan á landi, har greitt verður frá Turkihúsinum, flaka­virk­i­num Frost og fiskavirkinum Tavu­ni, frá Knettavirkinum og Høvd­a­virkinum og IRF støð­ini. Eisini er frásøgn um siglandi menn úti í heimi 1850-2000. Ein sera fjøl­táttaður partur er um einar 20 fiskimenn, dreingir, sum blaðungir fóru til sjós, og hvussu lívsleið teirra hevur verið.
Í bindi 5 hevur rithøvundurin tikið nøkur mentanarbrot við, sum lýsa annað virksemi í bygdini í sama tíðarskeiði sum fiski­vinnu­parturin.
Leirvíkingar fóru tíðliga at spæla fótbólt, stovnaðu felag eftir fyrra heimsbardaga og fingu vøll gjørdan. LB (LÍF) var sterkt felag í 30-unum og mentist aftur í 60-unum. Eitt tíðarskeið var eisini bæði mans- og kvinnuhandbóltur og fleiri royndir gjørdar at gera gomlu bátabygdina til kapp­róðrarbygd.
Bygdarfólkið fór í 50-u­num undir at gera svimjihyl og seinni varð svimjifelagið Reki stovnað. Nú eru bæði LÍF og Reki samansjóðað við systurfeløgini í Gøtu. Harm­on­ikan var ljóðføri fram til 1960, tá ið ein poppbólkur fyri og annar eftir spratt úr tí karga lendinum og blómaði, ljóm­aði út um geilar. Eisini var góður kórsangur og tón­lei­k­a­frá­læra.
Úr hesum jørðildinum koma Høgni Lisberg og Knút Eysturstein. Eitt ann­að sjaldsamt fyribrigidi var áhugin fyri sjónleiki. Bygd­ar­fólk­ið framførdi fleiri leik­ir millum 1920 og 1960. Í dans­i­stovunum var pallur, og lá ikki fyri har, spældu tey á onkr­um lofti, í einum pakkhúsi ella í Losjuni. At enda er parturin um listarfólk, Jó­annis Kristiansen og Sám­al Toftanes og tey ungu lista­fólk­ini.
Alt hetta fær ikki staðið á nøkr­um fáum síðum. Tað væl fríðkaða bindið telur við teksti, myndum og talvum 560 síður. Sunnudagin verð­ur útgávudagur í Bygda­r­hús­i­num í Leirvík, har Petra Johns­dóttir heldur røðuna. Eis­ini verður felagssangur og ábit og rithøvunurin er til steð­ar.