- Hjá okkum hevur árið verið eitt sindur betri enn í fjør. Eg haldi, at umsetningurin er eini 10 prosent hægri í ár í mun til í fjør, men vit hava altíð havt vøkstur, sigur Fróði Sigvardsen.
Hann greiðir frá, at tá ið korona rakti Føroyar, sást hetta eisini aftur hjá teimum.
- Tá vaks sølan til privatkundar nógv. Tað var serliga í tíðarskeiðnum frá mars til mai, at sølan til privatkundar øktist nógv, og onkursvegna kann man siga, at árið hjá okkum gjørdist betri orsaka av korona, sigur Fróði Sigvardsen.
Hann leggur tó afturat, at økingin í sølu til privatkundar eisini hevur havt nógv størri arbeiðstrýst við sær.
- Vit hava havt nógv fleiri avgreiðslur í handlinum av tí sama, og tað krevur sjálvsagt meiri av okkum, sigur hann.
Saknar stórar verkætlanir komandi ár
Spurdur um útlitini fyri 2021, sigur Fróði Sigvardsen, at hann er eitt sindur varin um útlitini.
- Vit selja nógv til stórar verkætlanir, og um tú hyggur eftir, hvørjar verkætlanir eru endaðar í ár, so er talan um rættiliga nógvar. Vit kunnu nevna Hotel Hilton, Hotel Brandan, Hotel Føroyar, Skúlin á Fløtum, nýggja politistøðin, Sundsverkið og H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum. Hetta eru alt stórar verkætlanir, sum antin eru lidnar ella ikki mangla so nógv, og tað fara vit at merkja. Tí samstundis er so at siga ongin stór verkætlan sett í gongd. Vit vita eisini, at rættiliga nógvir útlendskir handverkarar, sum hava verið í Føroyum arbeitt fyri føroyskar fyritøkur, nú eru farnir heimaftur, sigur Fróði Sigvardsen.
Hann sigur seg tó vóna, at onkur stór verkætlan fer at vera sett í gongd skjótt, tí tað hevur stóran týdning fyri teirra virksemi og virksemið hjá øðrum veitarum í byggivinnuni, at tað altíð eru verkætlanir í gongd.