Jarðskjálvtin har eysturi í Turkalandi í dag hevur gjørt nógv størri skaða, enn myndugleikarnir av fyrsta tíð hildu. Tey seinastu tíðindini siga, at skjálvtin hevur kravt meiri enn 1.000 mannalív.
Myndugleikarnir siga, at í býnum Van eru nógv hús rapað, og fleiri túsund fólk halda til úti á gøtuni, tí tey eru bangin fyri, at teirra hús kunnu hava fingið skaða og fara at rapa. Harafturat er vatnveitingin farin, og telefonkervið og vegakervið hava fingið skaða.
Umleið 380.000 fólk búgva í Van.
Upprunaliga varð sagt, at jarðskjálvtin var 6,6 á Richterstiganum, men seinni segði turkiski jarðfrøðistovnurin, at hann var 7,2 á Richterstiganum.