Meiri enn hálv milliard í halli

Nýggjastu metingarnar í Fíggjarmálaráðnum vísa, at inntøkurnar nú verða mettar 280 milliónir krónur lægri, og tað merkir, at undirskotið á fíggjarlógini verður 570 milliónir krónur í mun til tær smáu 300 milliónirnar, sum higartil mett

Fíggjarmálaráðharrin, Jóannes Eidesgaard, hevur boðað fíggjarnevndini frá, at mettu inntøkurnar fyri komandi ár nú eru 280 milliónir krónur lægri, enn higartil mett.

Framrokningar vísa, at tað koma 76 milliónir krónur færri inn í skatti og 180 milliónir færri inn í avgjøldum til landskassan í 2009, enn áður mett. Og tað broytir sambært Fíggjarmálaráðnum hallið úr 244 milliónum krónum upp í 570 milliónir.

Jóannes Eidesgaard sigur, at tað eru tvær høvuðsorsøkir til økta undirskotið. Onnur er avleiðingin av altjóða fíggjarkreppuni rundan um okkum, og hin er trupulleikarnir, sum fiskivinnan hevur at dagast við við høgum – men tó lækkandi – oljuprísum og minkandi veiði.

Men tað er kortini ikki alt tann reina elendigheit.

- Vit hava ein sterkan búskap, sum tolir hall á fíggjarlógini – bæði eitt og tvey ár. Umráðandi er, at vit nú vísa styrki og tolni til at møta hesum stóu avbjóðingum. Støðan í dag kann als ikki samanberast við støðuna, vit høvdu fyrst í 90-árunum, tí gjaldførið hjá tí almenna er gott, og tað almenna hecvur onga nettoskuld, sigur Jóannes Eidesgaard.

 

Kjarnutænasturnar varðveitast

Hann vísir tó á, at neyðugt verður at taka skilagóð stig fyri at fremja tiltrongdar broytingar í ymsu skipanunum. Eisini verður neyðugt at laga almennu útreiðslurnar soleiðis, at sparingar og broytngar verða framdar, har hesar kunnu gerast uttan ov negativar avleiðingar.

- Kjarnutænasturnar hjá tí almenna skulu hinvegin standa okkum øllum í boði, og tað verður eisini ein almenn skylda at halda eitt ávíst virksemi runt um í landinum. Vit skulu á ongan hátt geva samfelagnum nakran óneyðugan skelk, sigur Jóannes Eidesgaard.

Tí ber til at góðtaka eitt hall í eina tíð.

- Støðan er sjálvandi álvarsom, men hon er ikki hættislig á nakran hátt, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri.

 

Stór avbjóðing

Fíggjarnevndin arbeiðir í hesum døgum undir hátrýsti, fyri at finna fram til eitt tilmæli so einmælt sum tilber.

Fíggjarnevndarformaðurin, Anfinn Kallsberg, hevði ringar stundir, tá vit fingu orðið á hann í morgun, men hann kundi upplýsa, at arbeitt varð intenst í fíggjarnevndini. Spurdur, um nýggju metingarnar frá Fíggjarmálaráðnum ávirkar viðgerðina í fíggjarnevndini sigur hann, at tað er ivasamt.

- Eitt undirskot á fíggjarlógini er altíð ein avbjóðing, um so talan er um 240 milliónir, 280 milliónir ella 580 milliónir, so um nýggju tølini ávirka viðgerðina, fari eg at ivast eitt sindur í, sigur Anfinn Kallsberg.

Hann sigur, at upprunaliga ætlanin hjá fíggjarnevndini var at leggja uppskotið fram 10. desember, men hann ivast í, um tað veðrur klárt til ta tíð. Sum skilst er nógv eftir at fáa upp á pláss enn.

- Tað er ikki nakað einstakt mál, sum voldir trupulleikar, men at fáa eina fíggjarlóg smíðaða er altíð ein avbjóðing í sjálvum sær, sigur fíggjarnevndarformaðurin, áðrenn hann aftur má til fundarborðið.