Meiri fiskur skal virkast í Føroyum

Tá løgmansrøðan var til viðgerar í løgtinginum týsdagin, segði John Petersen, at landstýrið í løtuni kannar møguleikarnar fyri at veita vinnuni studning so meiri fiskur verður virkaður í Føroyum

Tað eru ikki beinleiðis stórtíðindi, at føroyska samfelagið meiri ella minni hongur saman við teimum inntøkum vit kunnu fáa burturúr teimum fiskaúrdráttum, sum fiskivinnan førir til lands.

Heldur ikki er tað nýtt, at ein rættuliga stórur partur av føroysku veiðini av eitt nú toski og hýsu er fluttur óvirkaður av landinum.

Men tað, sum er áhugavert í hesum sambandi er, at landsstýrið nú ætlar sær at veita stuðul til fiskivinnuna soleiðis at størri partur av veiðini kann virkast her á landið.

Tá Løgmansrøðan var til viðgerar í løgtinginum týsdagin, segði John Petersen at landsstýrið arbeiðir við hesum málinum.

Ein nevnd hevur sitið og arbeitt við hesum viðurskiftum og burturúr tí er komið eitt tjak um á hvønn hátt vinnan kann stuðlast.


Tíðaravmarkaður stuðul

John Petersen sigur við Sosialin, at nú heystið nærkast, so er vandi fyri, at serliga hýsan fer óvirkað av landinum.

? Seinastu árini hava vit sæð, at ein stórur partur av føroysku hýsuveiðuni verður fluttur óvirkaður av landinum. Tað er m. a. hetta vit ætla at broyta.

John Petersen sigur, at vinnan eftir øllum at døma er sinnað at hjálpa til, men so er treytin at hon í eina tíð fær stuðul til flutning.

? Ivamálið er bara hvussu hesin stuðul skal latast, t.v.s. í hvørjum liði, og so hvussu leingi skipanin skal galda, tí tað skal verða ein tíðaravmarkað skipan, sigur John Petersen.


Svalbard rækjurnar

Undir viðgerðini av løgmansrøðuni nevndi John rækjuveiðuna við Svaldarb, sum eitt dømi.

Prísurin á Svalbardsrækjunum er so lágur í løtuni, at tað hongur ikki saman fíggjarliga, um rækjutrolararnir ikki fáa ein ella annan studning.

? Við Svalbardsrækjunum er ein møguleiki, at fáa upp ímóti 4500 tonsum til virkingar í Føroyum, sum vit ikki annars fáa fatur á.

? Men hetta verður ikki gjørt uttan nágreiniligar útrokningar, sum vísa at tað er samfelagsbúskaparligur vinningur at veita stuðul til hetta endamál.

John Petersen leggur dent á, at tað er ikki ætlanin at biðja løgtingið um eykajáttan í sambandi við hesa stuðulsskipan.

? Pengarnir skulu finnast á verandi fiskivinnujáttan. Tað merkir, at tað verður neyðugt at fáa loyvið til at flyta runt við játtanunum, sum longu eru givnar.


Gevur arbeiði

til fleiri hendur

Tað, sum útrokningarnar skulu vísa fyri at studningurin kann latast er, at tað meirarbeiði, sum verður á landi og tann virðisøking, sum verður skapt í tí sambandi er størri enn tær útreiðslur, sum fara at standast av studningsskipanini.

Vísa útrokningarnar nakað annað, so verður eingin studningur latin.

John Petersen leggur samstundis dent á at studningsskipanin skal ikki verða ein varandi loysn, men bert skal verða galdandi í eini skiftistíð uppá eini tvey til trý ár.