2009 skuldi vera árið. EB/Streymur hevði styrkt seg væl við monnum sum Pætur Dam Jacobsen og Paula G. Hansen, sum báðir hava verið á landsliðnum, umframt at brasilianski vinstri vongverjin hjá B36, Alex Santos, ið av mongum hevur verið mettur sum besti maður plássinum seinastu árini, eisini varð knýttur at hópinum hjá Sigfríði Clementsen og Magna Mohr.
Umframt tað tryggjaði EB/Streymur sær eisini unga og sera evnaríka Gudmund Nielsen, og við honum og hinum nýggju monnunum, hevði EB/Streymur styrkt hvørt einasta lið í ketuni.
Pínir í Sundalagnum
Hetta hevur tó ikki verið til at sæð í ár. At eingin av nýggju monnunum er fallin til er eitt. Nakað annað, og nógv meiri avgerandi er, at restin av liðnum heldur ikki tykist at trívast á vøllinum í eins stóran mun og teir gjørdu í fjør.
Tískil er liðið í skrivandi stund at finna á einum fimta plássi í landskappingini, 13 stig aftanfyri oddaliðið HB.
Somuleiðis varð felagið sent so ruddiliga úr altjóða fótbólti í ár , tá EB/Streymur tapti tilsamans 5-0 fyri kypriotiska Apoel Nicosia.
Bjargingin upp á kappingarárið, sum higartil á ongan hátt hevði hepnast sum ætlað, skuldi vera finalan í kappingini um Løgmanssteypið. Men eisini her funnu sundalagsmenn sínar yvirmenn, og kappingarárið byrjar at líkjast eini katastrofu.
Prikkurin yvir tiltikna i’ið er, at sjálv ímyndin av EB/Streymi, landsliðsleikarin og liðformaðurin gjøgnum mong ár, Egil á Bø, ikki er partur av hópinum longur. Ósemjur við venjaran hava fingið annars siðiliga og róliga mannin at klamsa hurðina aftur eftir seg. Fyribils eitur tað, at henda hurð ikki verður latin upp aftur og at Egil á Bø er givin at spæla fótbólt.
Hetta nívir!
Knotur í monnunum
Í Gøtu og Leirvík er hinvegin einans talan um gleði og gleim í hesum døgum. Steypasigurin staðfestir, at samanrenningin av GÍ og LÍF var røtt. Tað prógvar eisini, at Jógvan Martin Olsen dugir at sínar menn upp og at seta teir rætt á vøllin.
Ein teirra, ið valla mundi seta ein fót skeivan í finaluni í gjár, var Andreas Lava Olsen. Hann vísti veruliga, at hann er ein maður, ið øll mótstøðulið og ikki minst landsliðsvenjarin, skulu fylgja væl við, um tey annars megna hetta, tí leirvíkingurin er ein óhugnaliga kvikur maður. Tað sigur nevniliga ikki so lítið, at hann rennur Leif Niclasen av sær, tí norðskálamaðurin telist millum landsins skjótastu leikarar.
Andreas Lava Olsen er bara ein leikari. Víkingur hevur fleiri aðrar, sum í løtuni teljast millum landsins bestu á sínum plássi. Súni Olsen kenna vit og vita hvør dugir er í. Atli Gregersen vísti veruliga sínar dygdir sum stýrimaður í verjuni, har hann tók ábyrgd og vísti veg. Og í fremstu røð var ein maður, sum í ár hevur víst fleiri av somu dygdum, sum Arnbjørn Hansen vísti í fjør. Finnur Justinussen hevur higartil í landskappingini víst tað níggju ferðir, og hann vísti eisini einaferð í finaluni í gjár.
Klárir frá byrjan
Um tað er áðurnevnda rumbul, ið sat í høvdinum á EB/Streyma-leikarunum, tá Páll Augustinussen bríkslaði dystin í gongd, skal her vera ósagt, men teir vóru á ongan hátt eins klárir og Víkingar.
Illa nokk fyrsti minutturin var runnin, tá bólturin brast á tvørtræið omanfyri Gunnar á Steig, og seks minuttir seinni lá bólturin í netinum aftanfyri sama málverja.
Sama skil var, tá seinni hálvleikur byrjaði. Hesin var bara tríggir minuttir gamal, tá Andreas Lava Olsen skoraði fyri Víking.
Undan hesum máli hevði Pauli G. Hansen minkað um munin, men Finnur Justinussen økti um leiðsluna, tá tað bara restaðu tveir minuttir av dystinum og tá gjørdist sigurin veruleiki. Arnbjørn Hansen, ið annars hevði víst millum lítið og einki allan dystin, skapti spenning í dystin aftur, tá hann minkaði um munin beint eftir triðja málið hjá Víkingi, og tá vaknaði EB/Streymur eina løtu.
Hans Pauli Samuelsen brendi eitt skot á stongina, og Dánjal Davidsen stútaði bóltin sentimetrar framvið málinum. Líka við og næstan, men á ongan hátt nóg gott.
Sjey gul kort
Gott er tað hinvegin hjá Víkingi. Liðið hevur onkuntíð spælt betri fótbólt, enn teir gjørdu í steypafinaluni, men í gjár spældu teir síni kort rætt. Kort fekk Víkingur eisini heili seks av, men so leingi, at sami maður ikki fær fleiri enn eitt, er liðið fullmannað og tað var Víkingur allan dystin. Hetta hóast, at sundalagsfólk helst vilja vera við, Súni Olsen átti at fingið sítt seinna gula kort, tá hann á miðjum vølli hálaði Arnbjørn Hansen niður, og at Atli Gregersen átti at verði vístur av vøllinum, tá hann sparkaði út eftir Leif Niclasen, ið royndi at vinna liði sínum nøkur dýrabær sekund og fáa bóltin niðan á miðvøllin beinanvegin eftir, at EB/Streymur hevði minkað um munin ein minutt fyri leiklok.
Einasti maðurin hjá EB/Streymi, sum fekk kort, var Dánjal Davidsen. Hetta var gult, men sami maður var heppin ikki at fáa eitt av sama slag aftrat, tá hann hekk í Andreas Lava Olsen, meðan hesin hevði beina kós móti málinum.
Santos á beinkinum
Alex Santos syrgdi fyri, tá han kom á vøllin, at EB/Streymur fekk betri kós móti málinum hjá Víkingi. Saman við Hans Paula Samuelsen kom hann væl upp við fleiri ferðir. Hann tók yvir á vinstra bakki, tá Leif Niclasen varð fluttur upp í álopið, men hví brasiliumaðurin ikki byrjaði inni, er undrunarvert.
Hann og Hans Pauli Samuelsen hava fleiri ferðir víst, tá teir hava verið á vøllinum saman, at teir eru eitt ógvuliga sterkt par á síðuni, og tað vístu teir enn einaferð í gjár.
Liðið hjá Víkingi gav seg hinvegin sjálvt, í rættiliga stóran mun.
Sigrar eru krav
Eitt annað, sum eisini gevur seg sjálvt nú, er at EB/Streymur einki hevur eftir at tapa. Landskappingin byrjar sunnudagin og ein sigur á KÍ er eitt ófrávíkiligt krav. Sama má sigast um dystin hjá Víkingi, sum skal vinna á AB fyri at halda tørn millum fremstu liðini.