Meistarar tíma ikki dómaran meir

Bulgarsku meistararnir hótta við at taka liðið úr kappingini. Orsøkin er ein dómari

Bulgariska meistaraliðið, Ludogorets, eru so ónøgdir við dømingina í deildini, at teir nú hótta við at taka liðið úr kappingini. Tað skrivar BBC í dag.

 

Ludogorets, sum í farna kappingarárið vóru við í Champions League bólkaspælinum, eru í øðini um, at kappingarneytarnir úr Levski Sofia fingu dómarahjálp, tá teir um vikuskiftið annars vóru aftanfyri móti Litex.

 

Tá Litex, við støðuni 1-0, fekk sítt annað reyða kort og brotsspark var dømt ímóti teimum, tók venjarin liðið av vøllinum.

 

- Hetta er ein háðan móti øllum fótbólti. Hetta er toppurin av vitleysa skilinum í bulgarskum fótbólti, sigur venjarin hjá Litex, Stoycho Stoilov.

 

Eigarin av Ludogorets, Kiril Domuschiev, hóttir við at taka liðið úr landskappingini.

 

- Um hetta heldur fram, so taka vit helst liðið úr kappingini, sigur Kiril Domuschiev, sum keypti felagið í 2010.

 

Ludogorets hevur vunnið bulgariska meistaraheitið fýra ferðir síðani Kiril Domuschiev keypti felagið. Teir hava í løtuni trý stig fleiri enn Levski Sofia, men væntandi vinnur Levski Sofia dystin móti Litex 3-0, tí venjarin valdi at taka liðið av vøllinum.