Sunnudagin varð tað í Klaksvík staðfest, at HB er føroyameistari.
Í dag verður fyrsta umfarið, eftir at FM heitið varð plaserað.
Meistararnir skulu norður til Eiðis, har teir í Hólmanum hitta EB/Streym, sum er í djúpum aldudali.
B36 vann seg mikukvøldið við heimasigri í útsetta dystinum ímóti 07 Vestur fram á silvurplássið. Í dag skal B36 spæla í Sarpugerði, har Víkingur skal stríðast fyri lítla møguleikanum, sum liðið framvegis hevur fyri at vinna rættin til næsta summar at spæla í Europa.
Fyri fyrstu ferð í ár er KÍ tríggjar ferðir á rað farið av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. Seinnapartin fáa klaksvíkingar vitjan av AB, sum eftir tapið á heimavølli ímóti 07 Vestur síðsta sunnudag er aftast.
07 Vestur skal í dag spæla á útivølli ímóti NSÍ, sum kappast við B36 og KÍ – og eitt sindur við Víking – um silvur og bronsukrónurnar.
Skála skal royna seg í Trongisvági, har setningurin hjá heimaliðnum er at taka sætta plássið frá júst Skála.
Forsøgnin sigur frá frískum høgættarloti seinnapartin. Hitin verður millum fimm og átta stig. Tað verður ælaveður, og í løtum fer sólin at síggja.
KÍ – AB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
EB/Streymur – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
Víkingur – B36: Dagfinn Forná kl. 15.00
NSÍ – 07 Vestur: Lars Müller kl. 15.00
Suðringar – Skála: Eiler Rasmussen kl. 15.00
HB | 23 | 20 | 1 | 2 | 49 | 16 | 61 |
B36 | 23 | 14 | 4 | 5 | 50 | 28 | 46 |
KÍ | 23 | 14 | 3 | 6 | 39 | 18 | 45 |
NSÍ | 23 | 13 | 4 | 6 | 47 | 20 | 43 |
Víkingur | 23 | 11 | 5 | 7 | 37 | 30 | 38 |
Skála | 23 | 7 | 5 | 11 | 25 | 32 | 26 |
Suðringar | 23 | 6 | 4 | 13 | 23 | 37 | 22 |
EB/Streymur | 23 | 4 | 8 | 11 | 25 | 41 | 20 |
07 Vestur | 23 | 4 | 1 | 18 | 22 | 58 | 13 |
AB | 23 | 3 | 3 | 17 | 11 | 48 | 12 |