Meistararnir máttu lúta

Spælið var ikki reypandi flott, men úrtøkan stóð aftur mát. Og hóast tað enn eru 25 umfør eftir at spæla, so er eingin ivi um, at tey í HB-leguni eru fegin um, at tey longu nú eru trý stig framman fyri meistararnar úr EB/Streymi

Fótbóltur

 

Kortini sluppu at seta sín litríka dám á dystin í Gundadali millum teir báðar FM-favorittarnar, HB og EB/Streym. Sjey ferðir tók Dagfinn Olsen gula kortið úr lummanum, og tá talan í tveimum førum var um spælarar, sum longu høvdu fingið eitt av slagnum, slapp reyða kortið tvær ferðir fram í vársólina, sum hitaði Gundadal størsta partin av dystinum.

Og tað er eingin ivi um, at venjararnir á beinkinum høvdu hug at ilskast inn á heldur býttisligu kortini, sum spælarar teirra fingu. Poul Thomas Dam og Gudmund Nielsen fóru báðir bóltandi umkoll, tá teir royndu at renna seg í støðu til innlegg úr vinstru. Í hitanum eftir hetta gav Poul Thomas eisini eina flata hond á kjálkan hjá Gudmundi, men tað tóktist ikki, sum nakar av dómarunum sá, hvat gekk fyri seg. Ístaðin valdi Dagfinn Olsen diplomatisku loysnina, har báðir spælarar fingu eitt gult í part, men tað kostaði seinni.

Fyrst nýtti Gudmund hondina, tá hann royndi at stúta frísparksinnlegg, og tað dámdi dómaranum einki. Heldur ikki dámdi dómaranum nakað serligt, tá Poul Thomas púra óneyðuga satsaði alt í eini tackling móti Alex José dos Santos, og so slapp hann eins og Gudmund nakað tíðliga inn til hálvleik.

 

Ferð á Milan

Leikliga var tað alla tíðina HB, sum stýrdi. EB/Streymur hevði valt eitt varið útgangsstøði, har teir royndu at taka ferðina av uppspælinum hjá HB, og tann parturin av spælinum eydnaðist. Hinvegin eydnaðist als ikki at skapa neyðugu temposkiftini, og tí var at kalla ongan tíð vandi á ferð framman fyri HB-málinum fyrsta tíman ella so.

Hinvegin átti HB sínar møguleikar, sum kanska ikki vóru so stórir, men í nógvum førum komu teir sær í støður, har bert seinasti neyvleikin restaði, áðrenn tað av álvara gjørdist vandamikið.

Og tá málið so kom, vóru tað tveir av profilunum frá seinasta dystinum, sum stóðu fyri hesum. Rógvi Holm sneiddi sær hegnisliga runt um Pætur Dam Jacobsen á beinkinum, og tá hann legði diagonalt útfrá, first-timaði Milan Kuljic eina kanónkúlu upp undir nettakið.

Sami Milan Kuljic hevur annars verið offur fyri nógvum diskussiónum í HB-leguni. Og sjáldan hevur hann hann livað upp til tað, sum hann vísti í tíðini við VB/Sumba.Og tí hitar tað uttan iva eyka hjá bæði honum og viðspælarunum, at hann nú tykist hava funnið seg til rættis. Tvey mál á rað boða sjálvandi frá einum spælara við góðum sjálvsáliti, og við spælinum, sum hann í dag sýndi á miðvøllinum, er hann í ferð við at gerast tann náttúrligi spælskiparin, sum hann ætlandi skuldi vera frá byrjan.

 

Broddurin manglaði

Seinasta hálva tíman royndi EB/Streymur at trýsta. Besta møguleikan fingu teir, tá Hans Pauli Samuelsen sera hegnisliga stakk bóltin innum til Sorin. Púra leysur fór Sorin umkoll í dysti við Pætur Jørgensen, og tey flestu hildu helst dómaran koma fram við ostaskorpuni, tá hann rann móti spælarunum. Talan gjørdist tó um gult kort til Sorin fyri film og HB vann bóltin og slapp við skrekkinum. Og tað kundi líkst kompensatión, tá Kári Nielsen einki fekk fyri klokkulkárt brotsspark móti dystarenda.

Tá hevði EB/Streymur sent Arnbjørn Hansen á vøllin, eftir at hálvskaddi málslúkurin hevði verið á beinkinum. Meira enn nakað undirstrikar hetta helst eisini, at hóast breiddin hjá meistaraliðnum er størri, enn hon nakran tíð hevur verið, so restar teimum mannin, sum kann gera munin, tá mest stendur á.