Meistararnir vitja á Svangaskarði

Tað verða tvey lið í hvør sínum enda av deildini, ið hittast á Svangaskarði í dag.

Tað verða tvey lið í hvør sínum enda av deildini, ið hittast á Svangaskarði í dag. Meistararnir úr HB hava fingið eina góðkenda byrjan við 15 stigum av 21 møguligum.

 

B68 heldur seg eisini til málsetningin, ið er at enda omanfyri strikuna. B68 hevur í løtuni 5 stig fyri 8 tey fyrstu umførini.

 

Hóast HB hevur fingið nógv stig, hevur spælið ikki verið so flótandi sum vónað. Men í avgerandi støðum, tykist liðið at hava eyðsýndar dygdir.

 

B68 hevur víst seg at vera eitt torført lið at møta á Svangaskarði. Enn er tað bara eitt lið, ið er farið av Svangaskarði við 3 stigum og tað er B36, ið spældi størsta partin av dystinum við einum í yvirtali.

 

Bæði liðini hava onkrar skaðar at dragast við. Hjá heimaliðnum verður Niklas Poulsen ikki við, meðan danski verjuleikarin Mads Rosenberg er ivasamur. Og hjá HB eru Gunnar Haraldsen og Alex José dos Santos úti við skaða.

 

Dysturin á Svangaskarði byrjar í dag klokkan 15:00 og verður leiddur av Róa Jacobsen sum dómara.