Meistararnir vundu burturúr VÍF

Hondbóltur: Neistin vann heili 43-33 á VÍF og hevur H71 nú møguleika at hála inn á VÍF í tætta stríðnum um seinna FM-finaluplássið

Væl frá landi
Fyri at halda fast um fjarstøðuna niður til H71, hevði VÍF næstan ein sigur fyri neyðini, men neyvan skuldi tað vera lætt ímóti Neistanum, sum hóast alt ov nógvar heilabløðingar kunnu bíta frá sær. Og tað gjørdi Neistin henda dagin. Teir løgdu seg alt fyri eitt á odda ímóti VÍF, sum við einari sera tunnari verju og ivasomum málmansavriki hevði tað trupult og kom at renna aftaná allan dystin.
Komnir langt á odda gjørdist verjan hjá Neistanum eisini nakað sløk, og var hetta við til at lata dyrnar upp fyri nógvum málum. Neistin var á odda 19-17 í hálvleikinum.

Meistaraspæl – ov seint
Málini skolaðu inn av øllum plássum tá ið Neistin setti eitt álop upp, og er tað ikki ov nógv sagt, at talan var um meistaraspæl, men ov seint er hjá Neistanum. Ov nógv ábyrgd hvíldi á herðunum hjá skjúttanum Sámali Joensen hjá VÍF og var liðavrikið ikki serliga gott, somuleiðis sum tunna verjan púra avgjørt tapti dystin.
Neistin var á odda allan dystin á tamb og endaðu teir við at vinna heili 43-33. Neistin hevur helst longu spælt sær av við møguleikan at røkka FM-finaluni, men tapið kann hava nógv at siga fyri VÍF, ið bara er fýra stig frammanfyri H71, sum tó hevur spælt tríggjar dystir færri. Hin fyrsta av hesum dystunum spæla teir í kvøld, tá ið Team Klaksvík kemur á vitjan.

Neistin – VÍF 43-33 (19-17)

Neistin: Heini Hanusarson (8) Finnur Hansson (8) Josef Abrahamsen (7) Jákup Apol (6) Andras Joensen (4) Jugoslav Djumic (4) Teitur Magnusson (2) Terji Mørk (2) Beinir í Ólavsstovu (1)

Útvísingar: 5 x 2min.

VÍF: Agnar Joensen (6) Holgar Durhuus (6) Sámal Joensen (4) Bjarti Hansen (4) Joen P. Høgnesen (3) Andrias Eriksen (3) Magnus á Rógvi (3) Regin Joensen (1) Jákup A. Joensen (1) Sámal J. Djurhuus (1) Áki G. Olsen (1)

Útvísingar: 3 x 2min.