UPPTAKT
Mest týdningarmikli lykladysturin higartil í hesum kappingarárinum. Tað er skoðsmálið, sum toppuppgerðin á Skála í morgin fær. Ikki soleiðis at skilja, at meistaraskapurin verður avgjørdur á Skála í morgin. Fleiri umfør eru eftir at stríðast í, og B36 er eisini framvegis sera gott boð upp á meistaraheitið.
Men bæði á Skála og í HB verður ásannað, at tað liðið, sum einki stig fer at fáa í morgin, fer at hava munandi verri fyritreytir at vinna FM, enn tað higartil hevur havt. Og báðir partar eru samdir í, at tað liðið, sum í morgin fer at fáa fulla úrtøku á Skála, verður sera væl fyri í FM kappingini.
- Vit fara eftir øllum stigunum.Tað gera vit hvørja ferð, og vit rokna við, at HB eisini fer at spæla fyri at vinna. Tað passar okkum væl. Vit hava havt ávísar trupulleikar móti liðum,sum hava lagt serliga stóran dent á verjupartin. Tað sóu vit móti KÍ og eisini móti ÌF. Spælið hjá okkum flýtur best, tá ið mótstøðuliðið eisini er við uppá tað, staðfestir Pauli Poulsen, sum er hjálparvenjari hjá Johan Nielsen.
Tilfarið
Eugen Voda verður málverji í morgin. Skálamenn halda kortini ikki, at tað nýtist at gera fyritreytirnar nógv verri.
- Eugen hevur nógvar royndir. Hann var í málinum fyrstu umførini, áðrenn Vlada Filipovic kom henda vegin, og hann var stinnur. Eugen hevur vant saman við Vlada alla tíðina, og nú kemur tað honum og okkum sera væl við, verður sagt av Skála.
Tað kemur illa við, at Arnhold Berg í fyrradagin varð skorðin í knænum. Krossbandsskaðin frá í fjør hevur støðugt plágað, og nú er greitt, at Arnhold Berg ikki fer at spæla fótbólt næsta hálva árið. Birgir Jørgensen er so mikið vøddaskaddur, at hann ikki er førur fyri at spæla móti HB, og tað er Sveinur Justinussen, sum leingi hevur verið plágaður av knæskaða, heldur ikki. Hann er nú í Danmark, har teir skulu hyggja upp á knæið.
Eyka møguleiki
Í HB er lagið gott, og teir siga seg vera væl fyri við fólki:
- Jóhannis Joensen er tó framvegis skaddur. Hans á Lag venur aftur, men knæskaðin argar framvegis nakað, so tað er ikki víst, at hann verður førur fyri at spæla í morgin. Annars eru allir hinir spælararnir tøkir, sigur liðformaðurin Rúni Nolsøe. Eisini Tór-Ingar Akselsen, sum hevur verið skaddur.
Fara tit inn á Skála at sparka fótbólt ella at spæla fótbólt?
- Tað skal eingin ivi vera um, at vit ætla okkum at spæla fótbólt. Síðani Julian Hansen fekk ábyrgdina av liðnum hevur hann miðvíst arbeitt við at betra um spælið. Tað gongur rætta vegin, men tað kann sjálvandi gerast væl betur. Síðst vóru Rókur Jespersen, Jákup á Borg og Bárður Mortansson í álopinum. Luftspælið er ikki størsta styrkin hjá teimum, so vit royna sjálvandi at spæla í føturnar á teimum, staðfestir Rúni Nolsøe, sum er tann, ið hevur spælt flestar dystir á besta HB liðnum. Áhugin tykist framvegis vera stórur, og hóast hann einki vil siga um tað, so kann tað væl hugsast, at ikki so fáir dystir fara at verða lagdir afturat teimum fleiri enn trý hundrað, sum hann longu hevur spælt við HB.