Meldurhvirlur í USA kravt 12 mannalív

Ógvusligar meldurhvirlur hava kravt í minsta algi 12 mannalív í amerikonsk ustatunum Arkansas og Oklahoma.

Ringast var í býnum Little Rock í Arkansas, har ein meldurhvirla kravdi 11 mannaív. Í Oklahoma doyði eit fólk, men myndugleikarnir bera ótta fyri, at talið á deyðum fer at veksa, so hvørt sum bjargingarliðini taka seg fram í húsaleivdunum.

 

Tað var eitt stormlágtrýst, sum elvdi til tær nógvu meldurhvirlurnar, og sambært myndugleikunum hava minst 12 meldurhvirlur herjað ymsastaðni í Miðvesturstatunum.Nógvastaðni er elveiingin farin, og trø eru rykt upp við rót, skrivar AP.

 

Meðan bjargingarliðini leita í húsaleivdum, leita løgreglufólk eftir fólki í oyðiløgdum bilum fram við teimum størru vegunum í Arkansas. 

 

Í gjárkvøldið var eisini boðað frá meldurhvirlum í statunum Kansas, Nebraska og Misouri, men tær hvødu ikki kravt mannalív.